Eg útihýsi ongum møguleika. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Seinastu tíðina hevur orðaskifti verður um ætlanina at gera ein Suðuroyartunnil og í hesum sambandi hava tveir sambandsmenn, Johan Dahl og Erhard Joensen, róð framundir at vit skulu taka eitt statslán til endamálið. Teir eru báðir sannførdir um, at tað er bíligasti mátin at fíggja tunnilin upp á, tí so kunnu vit læna peningin við eini rentu upp á null prosent, ella í hvussu so er niður ímóti tí.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur avgjørt, at hesin møguleikin skal roynast og er hetta tann bíligasta fíggingin, er hann sinnaður at taka av.
Les meiri um tað er: Suðuroyartunnilin: Hesin møguleikin skal eisini kannast
Maðurin á landskassanum, Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum er samdur í, at hetta er ein møguleiki, sum er verdur at kanna. Hann sigur, at hann vísir ongum møguleika frá sær fyrrenn hann er royndir. Men hann leggur dent á, at tað veldst sjálvsagt um treytirnar. Hann sigur, at er eitt statslán tann bíligasta fíggingin, hevur hann einki ímóti tí.
Hetta er ein verkætlan, sum er so dýr, at hvørja ferð, vit spara eitt prosent, ella bara eitt hálvt prosent í rentu, er talan um tíggjutals milliónir í sparing hvørt einasta ár, sigur hann. Hann leggur afturat, at tískil er. Tað avgerandi at fíggingin verður so bílig sum gjørlig.