Suðuroyartunnil og hægri pensjónsaldur komin aftur í Løgtingið

Álitini um Suðuroyartunnilin og pensjónsldurin eru nú skrivað og løgd fram í Løgtingninum

Tað var á tingfundi klokkan 11, har einans framløga var á skránni, at álitini um Suðuroyartunnilin og hægri pensjónsaldur vórðu løgd fram. Tvey álit, ið bíðað hevur verið eftir leingi.

 

Og gongur samgongan ætlar, so verður Suðuroyartunnilin boðin út – og samstundis verður pensjónsaldurin hækkaður skjótari enn ætlað, upp í 69 ár. Samgonguumboðini siga í álitinum soleiðis:

 

»Men hesin minnilutin virðir eisini, at politisk semja er gjørd í samgonguni um, at pensjónsaldurin skal hækka skjótari, enn lógin frá 2018 legði upp til.

 

Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.«

 

Ein annar minniluti í trivnaðarnevndini, Liljan Weihe, tekur støðu í tingsalinum.

 

Tað er valla nakar ivi um, at uppskoti um at bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnlin verður samtykt.

 

Sambært álitinum frá trivnaðarnevndini er ikki vist, at allar atkvøðurnar í samgonguni eru fyri at hækka pensjónsaldurin. Í øllum førum skrivar Liljan Weihe í áltinum, at hon tekur støðu í tingsalinum. Er hennara atkvøða ivasom, so eru bara 17 eftir. Tí kann tað fara at sansa at, og tí er tað als ikki líka vist, at hetta uppskotið verður samtykt.

 

Álitið um Suðuroyartunnilin kann lesast her

 

Álitið um pensjónsaldurin kann lesast her