USA hóttir við kjarnorkukríggi. Tí hevur Norðurkorea rætt at royna kjarnorkuvápn, sigur Kim Jong-un.
Tað er ein líður í sjálvverjuni ímóti »amerikonskum hóttanum«, at landið mikudagin royndarsprongdi eitt kjarnorkuvápn, sigur norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un.
Ritzau skrivar, at sambært myndugleikunum í Norðurkorea var talan um eina brintbombuspreinging, og royndin varð gjørd, tí at USA hótti við kjarnorkukríggi, skrivar norðurkoreanska tíðindastovan KCNA sambært Reuters.
– Brintbumburoyndin hjá Demokratiska Fólkalýðveldinum Korea er eitt stig í sjálvverjuni og fyri at verja friðin á koreansku hálvoynni eins og trygdina í økinum ímóti hóttanum um kjarnorkukríggj, sum imperialistar, stýridr av USA, standa aftanfyri, sigur Kim Jong-un sambært KCNA.
– Tað er rætturin hjá einum frælsum stati og ein rættvís atgerð, sum eingin kann kritisera, sigur hann víðari.
Sambært tíðindastovuni kom Kim Jong-un við hesi útsøgn undir eini vitjan á ráðharrastovuni fyri vápnaðu herliðini.
Harðligar atfinningar hava verið ímóti royndarspreingingini í Norðurkorea kring allan heimin.
Eitt nú sendi Suðurkorea aftur propagandasendingar frá markinum til Norðurkorea, sum hevnd fyri kjarnorkuroyndarspreingingina.
Propagandasendingarnar, sum verða sendar við harðari megi úr hátalarum á 11 støðum á tí sterkt hernaðardubbaða markinum millum londini eru spekkaðar við ógvusligum kritikki av stýrinum í Norðurkorea og við suðurkoreanskum popptónleiki.
Hetta hevur saman við royndarspreinginini drigið viðurskiftini millum Norður- og Suðurkorea niður á frostmarkið.
Eisini í USA og í Evropa hevur norðurkoreanska hernaðarhandlingini skapt ørkymlan.
Sambært fleiri serfrøðingum bendir nógv á, at tað ikki var ein brintbumba, sum varð roynd í Norðurkorea 6. januar.
Ein jarðskjálvti upp á 5,1 varð skrásettur, men tað er helst ein ov lítil skjálvti, um talan varð um slík serliga vandamikil vápn, sum brintbumbu, skrivar Ritzau.