Suðurkorea: Kim Jong-un steingir kjarnorkuverk í mai

Kim Jong-un fer at bjóða útlendskum serfrøðingum til at vera við, tá Norðurkorea fer at steingja kjarnorkumiðstøð

Norðurkorea fer longu í næsta mánaði undir at taka niður støðina fyri kjarnorkuroyndarspreingjar í landnyrðingspartinum av landinum.

 

Og útlendskir trygdarserfrøðingar og tíðindafólk verða boðin við.

 

Tað segði norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, á toppfundinum við suðurkoreanska forsetan fríggjadagin, upplýsir ein talsmaður fyri suðurkoreanska forsetan í dag, skriva tíðindastovurnar AFP og AP.

 

Kim Jong-un segði á toppfundinum, at hann fer at steingja kjarnorkumiðstøðina í mai, sigur talsmaðurin hjá Moon.

 

Tað er bara ein vika síðani, at Kim Jong-un umvegis statsligu tíðindastovuna KCNA boðaði frá, at landsins kjarnorkuætlan fór at verða sett á pausu og royndarspreingingar av ballistiskum rakettum steðgaðar.

 

Avgerðin varð grundgivin við, at Norðurkorea er komið so langt í menningini, at tað er ikki neyðugt at gera fleiri royndarspreingingar

 

Kinesisk vísindafólk hava tó sett spurnartekin við, um tað er rætta frágreiðingin. Sambært kinesiksum kanningum eru teir tunlar, sum Norðurkorea hevur brúkt til spreingingar undir jørð av kjarnorkuvápnum, helst smokkaðir saman. Tað skrivaði bretska blaðið The Gardian herfyri.

 

Og harvið er støðin, sum er í Punggye-ri ikki langt frá markinum til Kina, óegnað til endamálið.

 

Men soleiðis er tað ikki sambært Kim Jong-un.

 

– Tað verður sagt, at vit steingja støðina, sum ikki longur virkar, men tú sært, at hon er í góðum standi, segði hann á toppfundinum fríggjadagin.

 

Tað upplýsir talsmaðurin fyri Moon forseta sambært suðurkoreansku tíðindastovuni Yonhap.

 

Sum enn eitt tekin upp á tiðnaða sambandið millum tey bæði londini vil Norðurkorea eisini fara undir at flyta klokkuna, sum hon passar við tíðarsonuna, sum er galdandi í Suðurkorea.

 

Í august 2015 varð tíðin í Norðurkorea flutt ein hálvan tíma aftur í mun til tíðarsonuna, sum er galdandi í grannalandinum.

 

/ritzau/