Tann viðgitni erkabiskupurin og mannarættindastríðsmaðurin Desmond Tutu er deyður, 90 ára gamal.
Tað upplýsir suðurafrikanski forsetin í boðum, skrivar tíðindastovan Reuters.
Desmond Tutu hevur í drúgvu ævi síni havt ein týðandi leiklut í Suðurafrika – bæði fyri og eftir apartheid.
Hann var íðin atfinnari av apartheidstýrinum, sum áður ráddi í Suðurafrika. Serliga var hann kendur fyri ikki-harðskaps mótstøðuna. Desmond Tutu fekk í 1984 Nobel friðarheiðurslønina fyri arbeiðið sítt.
Eftir at apartheidstýrið fall, hevur Desmond Tutu havt ein týðandi leiklut í landsins royndum at koma víðari. Millum annað við at sameina hvít og svørt.
/ritzau/