Eyðun Rasmussen, reiðari í Christian í Grótinum-samtakinum, heldur, at árini familjan búði í Suðurafrika, legði lunnar undir góðu gongdina hjá felagnum fyrstu árini aftur í Føroyum.
Tað kreppa var í føroysku fiskivinnuni miðskeiðis í 1980’unum, flutti Eyðun Rasmussen og familjan til Port Elizabeth í Suðurafrika í nøkur ár. Har arbeiddi hann við tí, hann dugdi best, at fiska.
Stutt eftir, at familjan var afturkomin til Føroya, kom sildin eisini aftur í føroyskan sjógv, og Eyðun Rasmussen brúkti tær vitan og royndir hann hevði vunnið sær í Suðurafrika.
- Eg haldi, at okkara upplivingar í Suðurafrika, myndaðu virksemi hjá okkum fyrstu árini eftir kreppuna. Tann annarleiðis hátturin at fiska broytti okkara hugburð, og í 1997 lótu vit eitt skip byggja í Kili, sum kollvelti fiskivinnuna, sigur Eyðun Rasmussen í samrøðu í Nordiske Ambitioner, eitt ískoyti til Børsen.
Christian í Grótinum hevði fleiri hestakreftir enn hini skipini, kundi tí nýta størri trol og landaði tí nógv meiri fisk enn onnur skip. Eyðun Rasmussen kallar tað fyri eina nýggja byrjan innan svartkjaftafiskiskapin.
- Fyrsta dagin fiskaðu vit fimm ferðir so nógv sum áður. Skjótt skiftu hinir eisini síni skip út og allit fóru at fiska á sama hátt sum vit, sigur Eyðun Rasmussen.










