Tað var meira tilvildin enn ætlanin, ið gjørdi, at 35 ára gamla Beinta Poulsen úr Havn bleiv sniðgevi.
- Eg havi ongantíð gingið við einum dreymi um at gerast sniðgevi, men tá eg fyrstu ferð sum 23 ára gomul royndi meg við at sniðgeva og seyma, visti eg, at hetta var tað, sigur Beinta Poulsen. Merkið hjá Beintu Poulsen kallast Soul Made, og pløggini eru so mikið væl umtókt, at tey liggja í fleiri av teimum kendu handilshúsunum í Danmark, Svøríki, Niðurlondum, Russlandi, Italia og fleiri øðrum. Men at koma so mikið langt innan altjóða mótaheimin hevur verið strævið.
Vildi undir hægri lesnað
Tað byrjaði alt fyri tólv árum síðan, tá Beinta skuldi fara til Danmarkar í lestraørindum. Sum so mong onnur, helt hon tað vera torført at velja, júst hvør útbúgvingin skuldi verða, og tískil valdi hon at fara á ein skúla, har hon lærdi ymiskt innan seyming, tilskering og mynstur.
- Teir tveir mánaðirnir vístu mær, hvat eg dugdi, og hvat tað var, eg veruliga hevði áhuga fyri, sigur Beinta Poulsen. Hetta hevði við sær, at hon valdi at fara at útbúgva seg sum sniðgevi á Columbine skúlanum, sum liggur á Frederiksberg í Keypmannahavn. Tað gekst Beintu Poulsen væl, meðan hon var í útbúgving, og tá ið tvey ár vóru liðin, og prógvið sum sniðgevi var komið í hús, vildi Beinta Poulsen royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.
- Tankin at hava sítt egna, arbeiða miðvíst og við smidligum arbeiðstíðum, var nakað, sum mær dámdi væl. Harafturat hevði eg eisini tað neyðuga árræðið, sum skal til, um tú ynskir at byrja tín egna handil, greiðir Beinta Poulsen frá. Hon lat upp egnan handil á Vesterbro í Keypmannahavn, har hon einans seldi klæðir eftir egnari sniðgeving.
Soul Made á altjóða marknaðin
Beinta Poulsen dugdi skjótt at síggja, at áhugin fyri hennara klædnapløggum var stórur í Danmark, og hon valdi tí at taka stóra fetið at gera stórar produktiónir og síðani selja klæðini í egnari heilsølu.
- Innan mótaheimin snýr tað seg í stóran mun um at kenna tey røttu fólkini, tí tað er ein stór hjálp, um mann vil koma fram, sigur Beinta Poulsen, sum minnist aftur á ta fyrstu tíðina sum ógvuliga strævna.
- Eg legði skjótt merki til, at eingin ger nakað fyri teg, og tí mást tú veruliga trúgva upp á tað, tú gert, og so sanniliga eisini kempa fyri tí, sigur Beinta Poulsen. Hon vísir á, hvussu nógva orku hon sum sjálvstøðug vinnurekandi verður noydd at brúka.
- Arbeiðið verður onkursvegna ongantíð liðugt, tí tú mást áhaldandi gera vart við teg og eisini endurnýggja teg, greiðir Beinta Poulsen frá. Hon hevur nýtt nógva tíð og orku upp á at framleiða og reklamera fyri sínum egna klædnamerki, og tað kostar ikki einki.
- Líka síðan eg byrjaði, havi eg verið undir einum fíggjarligum trýsti júst eins og flest onnur, sum stovna sítt egna virki ella handil. Eg skal gjalda fyri allar produktiónir, pressutilfar, allar ferðir til messur ymsastaðni í heiminum og so framvegis, fortelur Beinta Poulsen. Sum sniðgevi á altjóða marknaðinum hevur hon eisini merkt ávirkanina av fíggjarkreppuni, men tað fær hana ikki at slaka við at framleiða klæðir frá Soul Made.
- Tá fíggjarkreppin kom, legði eg alt mítt virksemi um og byrjaði so at siga av nýggjum. Ístaðin fyri at síggja tað sum eina forðing, síggi eg fíggjarkreppuna sum enn eina avbjóðing, ið eg skal klára, sigur Beinta Poulsen. Og ein positiv avleiðing av fíggjarkreppuni er tann, at Beinta Poulsen saman við einum útlendskum veitara eisini hevur gjørt eina bíligari undirkollektión, sum ber heitið G-Line.
- Tá tíðirnar eru, sum tær eru nú, hava fólk minni pengar um hendi. Tí havi eg í samstarvi við ein annan útlendskan handil gjørt eina produktión við bíligari klæðum, har kvalitetur framvegis er í hásæti, greiðir Beinta Poulsen frá.
Hevur lært av mistøkum
Nú Beinta Poulsen hevur arbeitt innan mótaheimin í fleiri ár, dugir hon væl at síggja, at vegurin til succesina, sum hon hevur í dag, hevur verið tungur.
- Um eg hevði havt ta vitanina, tá eg byrjaði, sum eg havi í dag, var eg ongantíð farin undir at framleiða mítt egna klædnamerkið, sigur Beinta Poulsen, smílist og leggur afturat:
- Sum nýútbúgvin ert tú bláoygd og forvitin, og tú kemur at brenna teg nakrar ferðir. Eg vil tó siga, at eg havi lært av mínum mistøkum, sigur Beinta Poulsen, sum fegnast um at hava fingið merkið Soul Made út í handlar ymsa staðni í heiminum.
- Tað er púra óveruligt hjá mær at vita, at eitt plagg, sum eg havi sitið og sniðgivið, kann keypast í einum handli í til dømis Moskva. Samstundis er tað eisini ótrúliga stuttligt, sigur Beinta Poulsen, sum eftir at hava búð í 11 ár í Danmark og Svøríki, nú er flutt heim til Føroya. Hóast hon trívist væl í Føroyum, saknar hon til tíðir tann íblásturin, sum hon fekk, tá hon búði uttanlands.
- Føroyingar eru tilvitaðir um móta, men eg sakni at síggja fleiri ymiskar týpur, tá eg spáki úti í býnum, sigur Beinta Poulsen. Hon er als ikki í iva um, hví hon er komin so langt við sínum egna klædnamerki.
- Hepni hevur lítið at siga. Fyrst og fremst mást tú duga tað, tú gert, og tú skalt duga tað væl. Harnæst krevst at tú ert treisk, tolin og sjálvandi eisini tímir at arbeiða nógv. Gert tú tað, kanst tú koma langt.