Subaru Forester er sum ein amerikanskur japanari

Subaru eru kendir fyri at gera álítandi bilar, og er tað ein uppliving at koyra Forester, sum fær sera góð ummæli í europeiskum bilum

Magnus Gunnarsson


Subaru er tann einasta bilverksmiðjan, ið einans ger 4 hjólsterktar bilar til koyring á vanligum vegi. Tá hugsa verður um, at Subaru er sera væl móttikin sum stationvognur í USA, er tað ikki at undrast á, at Forester líkist einum amerikanara.

Subaru Forester er ein bilur, har góðskan er á høgum støði. Tað merkist beinanvegin, tú kemur inn í bilin. Har er automatiskt klimaanlegg, rættið kann stillast í hædd, og tú situr sera væl í teimum stóru setrunum. Útsýnið er gott til allar síður, eisini aftureftir. Hiti er niðast við í forrútinum, fyri at viskararnir ikki skulu frysta fastir.

Subaru bilarnir hava boxermotor, og tað at sylindararnir ligga niðri ger, at tyngdarpunktið er lágt, og koyrieginleikarnir verða sera góðir. Automatisk stilling av hæddini ger, at fríhæddin altið er 19 cm, líkamikið hvussu bilurin er lastaður

Subaru eru kendir fyri at gera álítandi bilar, og er tað ein uppliving at koyra Forester, sum fær sera góð ummæli í europeiskum bilum.


Subaru Forester CS 4 WD


Motorurin2.0 l 4 syl boxara 125 hk

0-100 km/t11,4 sek

Bensinnýtsla11,1 km/l

Dekkstødd 205/70-15


Stødd og vekt

Longd445,0 cm

Breidd173,5 cm

Hædd159,5 cm


Eginvekt 1300 kg


Prísur 237.800 kr


Søluumboð

P/F D. B. Bilar

Jónas Broncksgøta 15

FO-100 Tórshavn

tlf. 310600