Luis Suares hevur víst stórspæl, síðani hann eftir lokið leikbann aftur kundi spæla fyri Liverpool.
Og tað fekk Norwich at føla í kvøld, tá teir vitjaðu á Anfield. Suares skoraði fyrstu fýra málini í 5-1 sigrinum hjá Liverpool, og í trimum av førunum var talan um reinar perlur frá áleyparanum. Einki er at siga til, um tey í Norwich ikki eru so fegin um Suarez. Hann hevur nú spælt fýra ferðir móti “kanariufuglunum”, og hevur hann skorað ikki færri enn 11 mál í hesum fýra dystunum.
Á Old Trafford mátti David Moyes síggja fyrrverandi felag sítt, Everton, fara avstað við sigrinum, tá teir vitjaðu Manchester United. Heimaliðið hevði annars størstu møguleikarnar í dystinum, men tað eydnaðist ikki at skora. Everton hevði eisini sínar møguleikar, og fáar minuttir undan leikloki skoraði fyrrverandi FCK-bakkurin, Bryan Oviedo, einasta málið í dystinum. Hetta er fyrstu ferð síðani 1992, at Everton vinnur útidyst móti Manchester United.
Og á Emirates skoraði danski Nicklas Bendtner loksins aftur fyri Arsenal. Arsenal vann 2-0 móti Hull, og heldur soleiðis fast um oddasessin, har teir eru fýra stig framman fyri Chelsea.
Úrslitini í Premier League í kvøld:
Arsenal-Hull 2-0
Liverpool-Norwich 5-1
Manchester United-Everton 0-1
Southampton-Aston Villa 2-3
Stoke-Cardiff 0-0
Sunderland-Chelsea 3-4
Swansea-Newcastle 3-0
Fulham-Tottenham 1-2
WBA-Manchester City 2-3