Suarez heldur fram í somu øði

Í dag skoraði Luis Suarez tvær ferðir, tá ið Liverpool við 3-1 heimasigri tók toppin í Onglandi

Tað er gott lag millum Liverpool fjepparar. Í løtuni gongur tað sum eftir ánni hjá teimum reyðu, sum aftur í dag vunnu fulla úrtøku. 3-1 heimasigurin á Cardiff ber við sær, at Liverpool er nýtt oddalið. Liverpool hevur 36 stig og verður topplið í hvussu so er inntil mánakvøldið, tá ið Arsenal, sum hevur 35 stig, fær vitjan av grannunum í Chelsea, sum hava 33 stig.

Aftur í dag var tað uruguanski álopsspælarin Luis Suarez, sum bleiktraði bjartari enn allar hinar stjørnurnar. Í dag skoraði hann tvey mál, og so legði hann upp til málið hjá Raheem Sterling, sum fimm minuttir undan steðginum økti til 2-0. Í síðsta minutti í 1. hálvleiki  skoraði Suarez úr 25 metrum. Harvið var Liverpool frammanfyri 3-0, tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, og tískil var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Eftir steðgin megnaði heimaliðið á Anfield Road ikki at varðveita sama pressið, og tá ið ein stórur hálvur tími restaði, minkaði Jordon Mutch um munin til 3-1, sum dysturin endaði við.

Tvær tær næstu ferðirnar skal Liverpool spæla á útivølli ímóti Manchester City og Chelsea. Tað kann vera orsøkin til, at tað í 2. hálvleiki ikki varð lagt so nógv fyri. Cardiff er á 17. plássi.