Suðurrás fær stuðul frá Hvalbiar Kommunu

Hósdagin 3. oktober fer Suðurrás í luftina fyrstu ferð

Lokalvarp

Hvalbiar Kommuna hevur nú eisini játtað at stuðla nýggju útvarpsstøðini Suðurrás.
Suðurrás er eitt lokalvarp fyri Suðuroynna og Hvalbiar Kommuna samtykti á fundi hóskvøldið at stuðla tiltakinum við 10.000 krónur.
Tað er nú eisini greitt, at hósdagurin 3. oktober verður dagurin, tá ið Suðurrás fer í luftina fyrstu ferð.
Í fyrstu syftu fer lokalvarpið hjá suðuroyingum at gera sendingar, sum Útvarp Føroya síðani keypir og sendir, júst sum lokalvarpið hjá norðoyingum, Studio Pegesus, nú ger.
Avtalað er gjørt við Útvarpið um at Suðurrás skal gera eina sending uppá ein tíma um vikuna, sum síðani verður send í útvarpi Føroya hvønn hósdag ímillum klokkan 17 og 18, so leingi vetrarskráin hjá Útvarpinum er.
Ein sending við tilfarið úr Suðuroynni verður sostatt fastur táttur í Útvarpi Føroya hvønn hósdag seinnapartin til einaferð í mai mánað.
Annars er ætlanin, sum frálíður, at Suðurrás skal keypa sín egna sendara og senda sjálvt til alla oynna ein stóran part av degnum.
Bjarni Johansen, ein av stigtakarunum til hesa nýggju útvarpsrásina, sigur, at ætlanin er, at Suðurrás skal hoyrast í øllum bygdum í Suðuroynni og ætlanin er eisini at hava tilfar úr øllum bygdum, úr Sumba, heilt til Sandvíkar.
Talan kann verða um samrøður við suðuroyingar, frágreiðingar um hendingar og tilburðir í oynni og annað.
Nær Suðurrás fær sín egna sendara, er tó ikki greitt enn.