SAMFERÐSLA
Túnatosið í Suðuroynni í dag er nærum bert um tað vána viðferð, ið suðuroyingar meta seg fáa frá Strandferðsluni, nú Scania er er tikin úr aftur siglingini til Suðuroyar. Ferjan skuldi avloysa, nú Smyril er í dok.
Men skipið vísir seg ikki at hóska ella klára túrin. Ístaðin er Dúgvan nú avloysaraskip. Hetta er ónøgdin stór við í Suðuroynni.
Savna undirskriftir
Lærarar í Suðuroynni hava nú orðað mótmælisskriv. Lærarar við Vágs Skúla og lærarar á Tvøroyri mótmæla framferðini viðvíkjandi suðuroyarleiðini.
Dúgvan hevur áður víst seg at klára túrin til Suðuroyar illa. Var m.a. í havsneyð fyri fáum árum síðani í Suðuroyarfirði, verður víst á í mótmælisskrivinum.
Sum skilst, er ónøgdin stór í Suðuroynni. Bilar sleppa nærum ikki við um fjørðin og siglingstíðin er munandi longd henda langa teinin.
Enn er ikki avgjørt, um farið verður at savna fleiri undirskriftir.
Mótmælisskrivið, ið er orðað og undirskrivað av lærarunum, er sent fjølmiðlum, myndugleikum, Strandferðsluni og tingmonnum og kommunum í Suðuroynni