Nú nærkast várróðurin á Norðhavinum, sum er besta tíðin hjá føroysku útróðrarbátunum.
Útróðrarbátar nógva staðni frá royna at gera sær dælt av tí góða fiskiskapinum og seinastu árini hava eisini fleiri bátar heilt úr Suðuroynni roynt hendan møguleikan.
Og aftur í ár brynja suðuroyingar seg til at fara á Norðhavið.
Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, er sjálvur tvøramaður og hann sigur, at bara á Tvøroyri eru tað sjey- átta bátar, sum rigga til at fara á
á Norðhavið, men møguliga verða tað enn fleiri, sum fara tá ið avtornar.
Men væntandi fara eisini bátar aðrastaðni frá úr Suðuroynni á Norðhavið, so tilsamans verða tað kanska einir 18-20 suðuroyarbátar, sum fara á Norðhavið í ár.
Teir fara allir norður um mánaðarskiftið.
Chris Jan Michelsen væntar, at tað verða fleiri suðuroyarbátar á Norðhavinum í ár enn tað plagdi at vera, tí útróðurin hevur verið so vánaligur í vetur.
Hann heldur, at í vetur eru tað nógvir bátar, sum ikki hava fingið meiri enn helvtina av tí, teir fingu síðsta vetur.
Serliga er er tað hýsan, sum fullkomiliga hevur svikið.
Hann sigur, at várróðurin á Norðhavinum er besta tíðin hjá útróðrarbátunum yvirhøvur og at tað eru nógvir, sum rætt og slætt kunnu bjarga sær árinum á Norðhavinum, ikki minst nú prísurin er so avbera góður eisini
? Tað er ikki langt av leið, at útróðrarmenn kunnu fáa ein triðing av allari ársinntøkuni, bara hesar fáu vikurnar várróðurin varar.
Fyrr hildu bátarnir, sum vóru á Norðhavinum oftast til í Oyndafirði,
Men nú eru teir mest á Eiði, tí tað vísir seg, at fiskurin stendur vestari nú, so tað er væl styttri at sigla.