Suðuroyingar og politikarar mugu taka í egnan barm

? Fiskavirking og Framtaksgrunnurin hava ikki skapt trupulleikan í Suðuroy. Men tað eru politikararnir og suðuroyingar sjálvir, sum hava havt møguleikarnar at loysa hann, sigur Hans Andrias Joensen, nevndarlimur í Framtaksgrunninum

Suðuroy og Framtaksgrunnurin

? Tað eru ikki Fiskavirking og Framtaksgrunnurin, sum hava skapt trupulleikarnar í Suðuroynni.
Tað sigur Hans Andrias Joensen, nevndarlimur í Framtaksgrunninum.
Og hann sigur, at skulu trupulleikarnir í Suðuroy loysast, eru tað fyrst og fremst suðuroyingar sjálvir og politikararnir, sum hava havt møguleikarnar fyri tí.
Men politikarnir hava onki gjørt og eisini suðuroyingar mugu taka í egnan barm.
Hans Andrias Joensen er rættiliga fortørnaður inn á Hendrik Old og onnur, sum tvinna
trupulleikarnar í Suðuroynni saman við Fiskavirking og Framtaksgrunninum.
Og fyri fyrstu ferð tekur ein nevndarlimur í Framtaksgrunninum blaðið frá munninum og svarar teimum ógvusligu álopum aftur, sum bæði politikarar og onnur, hava havt á Framtaksgrunnin og Fiskavirking.
Ì Sosialinum hósdagin segði Hendrik Old, at hann var til reiðar at varpa nevndina í Framtaksgrunninum á dyr og at fáa annað fólk í nevndina sum vildi lata virkið í Vági upp, ella vildi selja øðrum tað.
? Sostatt er hann farin upp í kórið hjá Bjarna Djurholm, sum eg havi bestan hug at kalla avtøkumálaráðharra, eftir at hann fyrst avtók alivinnuna og nú eisini ætlar sær at avtaka Framtaksgrunnin.
? Eg kann eg bara siga fyri meg, at eg eri til reiðar at verða varpaður á dyr, sigur Hans Andrias Joensen.

Kundu strika kravið um at fáa 93 milliónir
Hann minnir á, at Framtaksgrunnurin er ein vinnurekandi grunnur, sum hevur eitt einasta endamál og tað er at fáa avkast av sínum íløgum.
? Framtaksgrunnurin er ikki ein menningargrunnur. Vilja politikararnir, hava ein menningargrunn so skulu teir bara seta ein á stovn og bara hava eina nóg stóra játtan á fíggjarlógini til at gjalda fyri virksemi við, sum gevur hall.
-? Vil landstýrið at Framtaksgrunnurin skal taka virknari lut í vinnuni, nú tað brýtur í bæði borð, bæði hjá Framtaksgrunninum og vinnuni, eisini takkað verið einum miseydnaðum vinnupolitiki, kundu teir hóskandi byrja við at slept kravinum um, at Framtaksgrunnurin skal betala landskassanum 93 milliónir aftur nú.
?Við at krevja, at Framtaksgrunnurin skal betala landskassanum 93 milliónir aftur, skerja teir virkismøguleikarnar hjá grunninum munandi. Vildu teir tí havt, at Framtaksgrunnurin skuldi havt ein virknari leiklut í føroyskum vinnulívið, eisini í Suðuroy, kundu teir fyrst av øllum slept kravinum um at fáa tær 93 milliónirnar, tí hetta er helvtin av grunninum, sum nú verður tikin úr honum, sigur Hans Andrias Joensen.
? Hetta verður enntá gjørt ímeðan føroyskt vinnulív er á veg niður av aldukambinum, uttan at vit vita, nær vit eru komin heilt niður í aldudalin.
?Og hetta er ikki ein niðurgongd, sum vit hava nakra sum helst ávirkan á, tí her er talan um lækkaða keypiorku úti í heimi, hækkaðan oljuprís o.s.f.r.
? Eg eg vil minna politikarar á, at tað er ikki nevndin í Framtaksgrunninum, sum kann gera nakað við, at tað er trupult at reka fiskivinnu á landi. Og tað er altso ikki bara í Suðuroynni tað er trupult at fáa lønsemi í fiskaframleislu.
? Hinvegin eru tað bara politikarar, sum kunnu gera nakað við, at kostnaðurin fyri tær tænastu, sum vinnan má keypa sær, er so dýrur, sum ongantíð fyrr.
? Allar tænastur eru dýrar, bæði orka og aðrar tænastuveitingar til vinnuna. Ikki minst er
arbeiðsmegin dýr. Lønarlagið kundi verið lækkað, uttan at lækka keypiorkuna hjá arbeiðsfólkinum. Tað kundi verið gjørt við at lækka skattin. Tað er so ein møguleiki hjá politikarum at hjálpa til at fáa gongd aftur á flakavinnuna og aðrar útflutningsvinnur.
? Kostnaðarstøðið er høgt og tað eru fyrst og fremst politikararnir, sum kunnu ávirka tað, men eisini her hava teir sovið í tímanum og hava onki gjørt fyri at bøta um okkara kappingarførið, sigur Hans Andrias Joensen.
Tvørturímóti heldur hann at landspolitikarar kasta alla ábyrgdina frá sær við at leggja fleiri og fleiri málsøki yvir á kommunurnar at umsita.
? Tá ið tíðir versna, verða tað sostatt kommunupolitikarar, sum koma at standa fyri skotum og ikki teir sjálvir.
Hann vísir eisini á, at í nógv ár høvdu vit methøgan fiskaprís og metlága rentu og metlágan oljuprís, samstundis sum vit hava fingið eina innspræning upp á eina góða milliard úr Danmark í hjálp fyri at fáa gongd aftur á samfelagið fyrst í nítiárinum.
? Orsøkin til innspræningina var vánalig politisk stýring og einki annað.
? Men síðan gongd kom aftur á samfelagið hava vit kortini ongar nýggjar útflutningsvinnur fingið og ein orsøk til tað er at politikarar ikki hava skapt tær neyðugu fortreytirnar.
? Tvørturímóti at alivinnan avtikin, tí vinnupolitikkurin sveik og ikki tók trupulleikan upp í rættari tíð.
? Somuleiðis hevur tað almenna gingið á odda at trýst lønarlagið upp. Sostatt eru tað tær almennu lønirnar, sum legga støðið fyri lønarlagnum og tað er bæði óvanligt og óheppið fyri útflutningsvinnuna.

Varpa Hendrik Old á dyr
Annars Hans Andrias Joensen, at suðuroyingar áttu at umhugsa at varpa Hendrik Old á
dyr.
? Alt talar fyri at Hendrik Old ikki er sína uppgávu vaksin. Hann er valdur í løgtingið og har hevur hann sitið í nógv ár. Hann er enntá limur í samgonguni og formaður í vinnunevndini. Tí hevur Hendrik Old havt so góðar møguleikar sum nakar at skapt teir neyðugu karmarnar, so at vinnan í Suðuroy fekk umstøður at virka.
Hans Andrias Joensen vísur á, at politikarar og aðrir suðuroyingar føra fram, at orsøkir til vinnuliga bakkastið í Suðuroy eru flutningskostnaðir og flutningsmøguleikar, bæði innanlands og ímillum Suðuroynna og umheimin.
? Hvør hevur betri møguleika at ávirka flutningskostnaðin enn Hendrik Old og hinir politikararnir, men teir hava latið staðið til í fleiri ár.
? Er tað nakar, sum kann ávirka flutningskostnaðin ímillum Suðuroynna og Havnina, er tað politikararnir, og tá serliga formaðurin í vinnunevndini, Hendrik Old.
? Og hvør hevur betri møguleikar at leggja lunnar undir betri flutning ímillum Suðuroynna og umheimin uttan politikarar og tá serliga formaðurin í vinnunevndini, Hendrik Old
? Men tað hava politikarar ikki gjørt. Tvørturímóti avtóku teir fyri nøkrum árum síðani tað beinleiðis sambandið sum var ímillum Suðuroynna og Skotland.
Í øðrum lagi heldur Hans Andrias Joensen, at vinnan í Suðuroy kann sjálv leggja lunnar undir eitt slíkt flutningssamband.

Suðuroyingar taka í egnan barm
Og har heldur Hans Andrias Joensen, at eisini skipaeigarar í Suðuroy mugu taka í egnan barm.
? Tað hevur verið ført fram, at trolararnir í Suðuroy fiska 30.000 tons um árið. Hví avreiða teir so ikki meiri enn 5.000 tons í Suðuroy. Høvdu tey avreitt meiri í Suðuroy, kundu tey gjørt sítt til at tað varð grundarlag undir einum beinleiðis flutningi ímillum Suðuroy og Skotlands.
? Summi av skipunum eiga í virkjum, so tað átti at borið til at funnið skipanir, so at skipini kundu avreitt í oynni. Men hví taka suðuroyingar seg ikki saman og fáa vinnuna í Suðuroy upp á føtur, spyr hann.
? Harafturat skerst ikki burtur, at seinastu fáu árini eru eini 6-8 fiskiloyvi seld av Vágsfirði og úr Suðuroy sum heild, til vinnulívsmenn norðanfyri -bara fyri løtuvinning.
? Tí eiga vinnulívsmenn í Suðuroy eisini at taka í egnan barm.
? Tað eru suðuroyingar sjálvir, sum hava lýst tey til sølu og ikki nakar annar, sum hevur tvinga teir at selja.

Hvat meir kunnu suðuroyingar krevja?
Hans Andrias Joensen vísir á, at Fiskavirking hevur bjóðað suðuroyingum at yvirtaka feløgini, sum róku flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági ókeypis.
? Hvat meiri kunnu suðuroyingar krevja enn at fáa feløgini fyri einki, púra skuldarfrí, spyr hann.
? Tá ið nú suðuroyingar kunnu fáa feløgini fyri einki, og tað skuldarfrí afturat, er tað so framvegis ein trupulleiki hjá Framtaksgrunninum, at onki fæst at rigga har suðuri.
Nevndarlimurin í Framtaksgrunninum biðjur suðuroyingar spegla sær í Klaksvíkingum og hyggja at, hvussu væl tey har norðuri standa saman um vinnuna.
Hans Andrias Joensen sigur, at veruleikin er, at flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági góvu stórt hall.
? Tað er ikki eftirfarandi, tá ið Hákun Steingrímsson sigur, at gongdin var við at venda, sigur Hans Andrias Joensen. Men tað var ikki bara virksemi í Suðuroynni, sum gav hall hjá fiskasøluni. Og meiri vil hann ikki inn á tann spurningin.
? Tey góvu stórt hall og tað var ongin vón fyri, at vend skuldi koma í. Og tá ið tað er støðan mugu virkini leggjast still, ella má onkur annar yvirtaka tey, sum sær ein møguleika fyri teimum.
? Og nú hava suðuroyingar so møguleikan, so fáa vit at síggja, hvat teir fáa klára at stápla á føtur, og um teir síggja ein møguleika at venda gongdini, nú teir fáa møguleikan at byrja við skuldarfríir.
? Hákun Steingrímson hevði heldur ikki fígging at keypa Fiskasøluna, tá ið teir fyri nøkrum vikum síðani bjóðaði Framtaksgrunninum 47 milliónir fyri Fiskasøluna.
? Tí er tað ikki talan um, at Framtaksgrunnurin hevur víst einum góðum boði uppá eina vánaliga fyritøku frá sær.
? Tvørturímóti høvdu teir eina váttan frá einum peningastovni uppá, at teir onga fígging høvdu. Tað var einasta váttan, teir høvdu, sigur Hans Andrias Joensen.
Hann heldur tvørturímóti, at Fiskasølan og Fiskavirking skuldu verið løgd saman fyri langari tíð síðani.
? Vit løgdu tær báðar fyritøkurnar saman fyri at styrkja lønsemið í teirri samlaðu fyritøkuna og fyri at geva henni eitt hægri søluvirði. Men vóru tey løgd saman fyrr, var Fiskavirking kanska longu selt, sigur nevndarlimurin í Framtaksgrunninum.
? Hinvegin vita vit, at Fiskasølan gekk illa og einhvør eigari, sum áttu tvey virki í somu vinnugrein, hevði lagt tær saman, um so var at tað hevði gjørt tað samlaðu fyritøkuna sterkari, so at úrslitið harvið varð betri.

Átaluvert
Hans Andrias Joensen átalar eisini tað, sum hann kallar eina skipaða niðurgerðing av stjóranum og nevndini í Fiskavirking og nevndarlimunum í Framtaksgrunninm.
? Meinhard Jacobsen vendi gongdini í Fiskavirking og gjørdi hana til eina sunna fyritøku og tí er tað nógv fyri, at hann skal fáa lortaspann omaná lortaspann omanyvir seg fyri nakað, hann onki hevur havt við at gera, sigur hann og sipar til virksemið hjá fiskasøluni.
? Hinvegin hevur nevndin í Framtaksgrunninum álagt honum at taka upp eftir
ævintýrið hjá Fiskasøluni.
Og limirnar í Framtaksgrunninum hava politikararnir sjálvir valt.
? Eg giti, at eg eri valdur í nevndina fyri Framtaksgrunnin av tí at eg eri vinnulívsmaður. Eg avi ikki biðið um at sleppa í nevndina, men eg eri biðin um at verða í nevndini. Og tá ið eg játtaði at koma í nevndina, var tað tí, at eg vildi taka arbeiðið í álvara og at røkja tað samvitskufult.
? Og tað haldi eg, at bæði eg og restin av nevndini hevur gjørt, sigur hann.
? Men hevur Hendrik Old eitt betri boð uppá, hvussu Framtaksgrunnurin skal rekast, er bara at velja hann í nevndina.
Hans Andrias Joensen sigur, at Løgmaður hevur verið siðiligur í spurninginum um Framtaksgrunnin og í málinum um at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman.
-? Tí vóni eg, at hann er skeivt endurgivin, tá ið hann í eini grein í Sosialinum og á Portalinum verður endurgivin fyri at sita, at Framtaksgrunnurin tekur Smiril Line fram
um ein loysn á trupuleikunum í flakavinnuni í Suðuroynni.
? Hendan skuldsetingin er heilt burturvið. Framtaksgrunnurin skal viðgera allar umóknir eins og orsøkin til at vit seta pening í eina verkætlan er eina og aleina tí, at nevndin metir, at íløgan fer at geva avkast.
? Tað er endamálið hjá Framtaksgrunninum og skal tað broytast, má endamálið við Framtaksgrunninum broytast og so má hann gerast til ein menningargrunn ístaðin.
? Men vit eru ikki á fíggjarlógini og haðani er sostatt ongin fígging at fáa. Tí mugu okkara íløgur geva avkast, annars verðru grunnurin skjótt tómur.
? Tí átalar Hans Andrias Joensen atfinningarnar frá politikarum og øðrum, sum hann kallar illa undirbygdar og beinleiðis lygn.
? Endamálið hjá politikarum er at fáa lættvunnar atkvøður. Orsøkirnar til atfinningarnar frá teimum privatu, er, at tað tænir teirra privatu áhugamálum.

Skaðar møguleikarnar í Vági
Hans Andrias Joensen heldur eisini, at hendan skipaða niðurgerðingin frá politikarum og øðrum á Fiskavirking og nevndina í Framtaksgrunnin, kann skaða møguleikarnar at fáa nevndarlimir í nevndina fyri grunnin.
Hann stúrir eisini fyri, at hetta kann skaða kredittvirðið hjá Fiskavirking og teimum einstøku nevndarlimunum í Framtaksgrunninum.
? Hvat skulu fíggingarstovnarnir halda, tá ið landsins hægstu menn hava so ringt orð til okkara, spyr hann.
? Men hinvegin má eg nú siga, at eg havi ikki beinleiðis merkt, at tað, sum Hendrik Old ber fram, hevur skaða mítt kredittvirði í peningastovnunum, leggur hann afturat.
Virkið í Vági vil Hans Andrias Joensen ikki siga so nógv um, tí tað er Fiskavirking sum eigur tað og tí er tað leiðslan og nevndin í Fiskavirking, sum mugu svara fyri tí.
?Men virkið hevur ikki ligið stilt alla tíðina. Hinvegin hevur tað eisini verið alment frammi um at Fiskavirking arbeiðir við eini ætlan á virkinum í Vági.
? Hinvegin hevur hendan miðvísa niðurgerðingin frá politikarunum gjørt tað munandi truplari at fáa fígging til eina nýggja ætlan sum tað í Vági.
? Tað er fryktandi fyri, at peningastovnarnir aftra seg við at luttaka í eini slíkari ætlan, tí ongin veit, hvat politikarnir kunnu finna uppá. Hendan tíðin hevur víst, at politikararnir eru heilt óútrokniligir, tí teir kunnu hálsa um, nær tað skal vera og tað fær peningastovnar at hveppa seg við fíggja ætlanina, heldur nevndarlimurin í Framtaksgrunninum.
? Tí er tað ómetaliga óheppið og beinleiðis skaðiligt fyri Fiskavirking og Framtaksgrunnin, at politikarnir eru so niðurgerðandi, sigur Hans Andrias Joensen.