Suðuroyingar mugu ganga plankan út

? Eg kundi væl hugsa mær at lagt uppskot fram um at sett almenn tiltøk verk fyri gongd aftur á vinnulívið í Suðuroy ? men ikki fyrrenn øll oyggin verður ein kommuna, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum

Kommunuviðurskifti

?Suðuroyggin má verða ein kommuna.
Tað heldur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, sum eisini umsitur kommunumál.
Hann sigur, at tað verður neyðugt hjá suðuroyingum at standa meiri saman enn teir gera.
? Tað hevði verið fantastiskt at sæð suðuroyingar sligið seg saman í eina kommuna, sum kundi staðið saman vinnuliga, mentanarliga og politiskt og búskaparliga.
Landsstýrismaðurin vísur eisini á tað serstakliga stóra arbeiðsloysið, sum er í Suðuroynni, har tað er nógv størri enn í Føroyum annars.
Fleiri ferðir hevur verið víst á, at vinnulívið í Suðuroy er so niðurundirkomið nú, at tað er neyðugt, at almenn tiltøk verða sett í verk fyri at fáa gongd á aftur.
Men landsstýrismaðurin heldur, at tað kann ikki verða, uttan so, at øll Suðuroyggin verður løgd í eina kommunu.
?Er støðan í Suðuroy so vánalig, at tað er neyðugt við almennum tiltøkum fyri at fáa oynna á føtur aftur, kundi eg væl hugsa mær at sett uppskot fram um tað, so at landið kundi hjálpt til at fingið gongd á aftur.
? Tað hevði eg ongar trupulleikar havt við- men bara um Suðuroyggin leggur saman í eina kommunu, elggur hann afturat.
Hann sigur, at tað er ikki nóg mikið, at Suðuroyingar hava fingið ein felags samferðslubólk.
? Suðuroyingar mugu samstarva á øllum økjum. teir mugu ganga plankan út, sigur hann.

Sleppa undan yvirskiping
Jógvan við Keldu heldur, at sum er, stendur Suðuroyggin alt ov spjødd til at fáa fulla nyttu burturúr tí fíggjarliga og menniskjansliga tilfeinginum.
?Skal Suðuroyggin upp aftur á sama støðið sum onnur stór øki í landinum, verður tað neyðugt at skapa eitt samfelag í Suðuroy.
Hann sigur, at tá ið fólk hugsa um, hvar tey skulu seta búgv, velja tey ikki bara eftir einum arbeiðsplássi.
? Tey hugsa eisini um hvussu virkið mentanarlívið er, hvørji tilboð eru á sosiala økinum og, hvørjir frítíðarmøguleikar eru í økinum.
? Fyri at fáa meiri gongd á øll hesi viðurskifti í Suðuroy, er tað avgerandi neyðugt at skipa Suðuroynna í eina kommunu.
Hann sigur, at 20. øld varð merkt av, at kommunur fóru sundur. Úrslitið av tí hevur verið, at landið hevur sett pening í nógvar havnir og lendingar, skúlar og aðrar útbyggingar alla møguliga staðni.
? Hinvegin er 21. øld týðiliga merkt av samanlegging. Tað er rákið og tann, sum ikki er rekur við, hann verður afturútsigldur.
Men hví skulu kommunur leggja saman. Kommunur siga, at tær samstarva við aðrar kommunur og at tað gongur fínt?
? Styrkin við at leggja Suðuroy í eina kommunu, er,a t so slepst undan stríði um, antin ein skúli, ella ein havn skal byggjast í einari bygd ella eini aðrari bygd, tí tá er alt ein felags kassi. Tað slepst eisini undan at fleiri sama slag útbyggingar verða gjørdar í grannakommunum.
Jógvan við Keldu sigur, at verður Suðuroyggin ein kommuna, verða tær ymsu útbyggingarnar gjørdar, har tær liggja best fyri og tað slepst undan fleiri sama slag verkløgum á sama øki. Sostatt slepst eisini undan, at eitt øki verður yvirskipað á nógvum økjum. tvørturímóti verða havnir, skúlar o.a. bygt, har tað liggur best.
Hann sigur, at verður Suðuroyggin ein kommuna, verður ein yvirskipað byggiætlan gjørd fyri alt økið. Í løtuni ger hvør kommuna sína byggiætlan og tað er ikki at gagnnýta tilfeingið á fullgóðan hátt. Eitt er, at tað er dýrt at byggja, men tað er sanniliga eisini sera dýrt at røkja øll hesi verkløgini, sum eru bygd allastaðni.
Sjálvur ivast hann ikki í, at tað verða bara nøkur heilt fá ár, so verður vanligt at hugsa soleiðis.
Hann nevnir økið norðast í landinum sum dømi, har hann kennir viðurskiftini sjálvur.
Har hevur verið tosað um at leggja Klaksvík, Leirvík og Fuglafjørð saman.
?Hevði tað verið, høvdu vit sloppið undan víðari kjaki um, antin skúlar skulu byggjast í Kambsdali ella í Klaksvík. Teir verða bygdir, har teir liggja best.
?Tað fer at gera, at peningurin verður brúktur rætt og tað fer aftur at føra ein heilt annan dynamikk í alt økið.

Smábygdirnar hvørva kortini
Jógvan við Keldu er heldur ikki samdur í sjónarmiðinum um, at tær smáu kommunurnar fara at drukna, verða tær lagdar saman við størri kommunur.
? Tær smáu bygdirnar hvørva kortini. Gongdin á smábygd hevur í fleiri ár verið tann, at fólkatalið minkar alsamt.
Summi stúra eisini fyri, at tær smáu bygdirnar verða sovibýir hjá teimum størru bygdunum.
? Men hvat so, spyr landsstýrismaðurin. Hvat eru tær smáu bygdirnar í dag?
Hann sigur, at verður Suðuroyggin løgd saman í eina kommunu, kann han nsjálvsagt ikki tryggja, at tær smáu bygdirnar fara at blomstra.
? Men tað er í hvussu so er greitt, at tað búskaparliga grundarlagið at halda lív í bygdunum verður heilt munandi størri. Tann fyrimunurin verður í øllum førum hjá smábygdunum og sostatt hava tær nógv størri møguleika at hóra undan í einari stórkommunu, leggur hann afturat.
Hann nevnir, at ein útbygging upp á eina millión í eini smábygd, kann verða ein ómøgulig uppgáva hjá eini lítlari kommunu, men tað er ikki serliga nógv hjá eini stórari kommunu.