- Suðuroyingar mangla ein vinnarahugburð!
Tað staðfesti Suðuroyingurin, Jóannes Eidesgaard, í Sosialinum mánadagin. Hann hevur hevur verið í fremstu røð í føroyskum politikki í eitt mannaminni, fyrst sum býráðslimur á Tvøroyri, og síðani sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður.
Hann stillar ikki sjálvur upp til býráðsvalið.
- Hjá teimum, sum trúgva uppá, at einki hendir, har hendir einki, og hjá teimum, sum trúgva uppá, at onnur skulu loysa trupulleikarnar fyri ein, har hendir heldur einki, staðfestir hann.
Jóannes Eidesgaard heldur tískil, at tað, suðuroyingar skulu ala fram, er ein vinnaramentalitet, og ein sterkari samleika sum suðuroyingur, heldur enn ein samleika sum vágbingur ella sum tvørafólk.
Jóannes Eidesgaard heldur, at suðuroyingar kunnu brúka norðoyggjar, ella eysturoyingar sum fyrimyndir, tí tey standa saman í royndunum at menna sítt øki.
- Tað hevur eisini eydnast at draga til Suðuroyar. Men tá ið tað slagið varð vunnið, var annað slagið á veg, og tað var slagið um tað skuldi vera í Vági ella á Tvøroyri.
- Suðuroyingar mugu sjálvir trúgva upp á, at teir hava eina framtíð. Tað nyttar ikki at seta seg hendur í favn við tí hugburði, at gera onnur ikki eitt ella annað fyri oynna, er bara at sløkkja ljósið, heldur Jóannes Eidesgaard.
Og Jóannes Eidesgaard heldur, at fyrsta stigið fram ímóti hesum eigur at vera, at øll Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu, sum dregur ein veg, heldur enn at hvør kommuna dregur í sína ætt, soleiðis sum støðan er nú.
- Varð øll oyggin ein kommuna, hevði borið til at tosað við einari rødd, og ein sameind oyggj hevði sostatt havt nógv størri møguleikar at hála almenn arbeiðspláss til oynna, og at ment oynna sum heild.
Tað búgva færri fólk í Suðuroy enn tað gera í Klaksvík, og skjótt yvirhálar eisini Hoyvík Suðuroynna, soleiðis sum gongdin er nú.
- Eg haldi ikki, at nakar kann ímynda sær, at Klaksvík ella Hoyvík, skuldu verið sundur í sjey sjálvstøðugar eindir, við hvør sínari umsiting.
Hann sigur, at nógvar góðar ætlanir fyri Suðuroynna eru farnar fyri skeyti, tí suðuroyingar semjast ikki um, hvar í oynni, tær skulu fremjast.
Hann nevnir átakið um eina vakstrarætlan fyri Suðuroynna, sum eitt dømi um tað. Í tí sambandi var endamálið at leggja eina miðvísa ætlan fyri, hvussu Suðuroy kundi mennast, men tað datt niðurfyri av tvídráttinum ímillum tær ymsu kommunurnar.
- Um so Smyril so hevði siglt í pendulfart, hevði tað ikki bjargað Suðuroynni, og tað verður heldur ikki ein undirsjóvartunnil, sum fer at bjarga Suðuroynni- hóast ferðasambandi hevur alstóran týdning
- Trupulleikin í Suðuroy er, at tað unga fólkið flytur burtur, ofta í útbúgvingarørindum, og tey koma ikki aftur, tí her eru ongi størv til tey.
Og tí heldur hann, at stóra avbjóðingin er at útvega fleiri førleikakrevjandi størv í Suðuroynni, sigur hann við Sosialin.