Suðuroyingar mótmæla skerjingum

Allir borgarstjórarnir í Suðuroy mótmæla ætlanunum at skerja túratalið hjá Smyrli til Suðuroynna. Borgarstjórarnir í Suðuroy og Suðuroyar Ferðavinnufelag mótmæla ætlanunum hjá Strandfaraskipum Landsins at skerja túratalið hjá Smyrli til Suðuroyar.

Í ætlanunum hjá Strandferðsluni verður lagt upp til, at Smyril fær fýra túrar minni um veturin, men heldur fast við summartúratalið.

Smyril fer í løtuni 17 ferðir um vikuna av Tvøroyri, og hetta tal verður ætlandi skert soleiðis, at Smyril siglir av Tvøroyri 14 ferðir um vikuna um veturin.

- Borgarstjórarnir í oynni, saman við nevndini fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag, vilja tí staðiliga heita á landsstýrismannin í vinnumálum at gera sítt ítarsta til, at vit kunnu varðveita í minsta lagi verandi ferðatíttleika við meginøkið, siga tey í skrivi í dag.