Svenskarin Glenn Ståhl skal venja besta fótbóltsliðið hjá Suðuroyingum næsta kappingarár.
Tað skrivar Suðuroyarportalurin.
46 ára gamli Glenn Ståhl hevur virkað sum venjari í bæði Svøríki og Noregi, og herfyri var hann á vitjan í Suðuroy og hugdi at umstøðunum.
Nú er so greitt, at Glenn Ståhl tekur við venjarastarvinum hjá TB/FCS/Royn, eftir at Maurice Ross, sum var venjari í fjør, skal venja Víking næsta kappingarár.
Av liðunum í effodeildini manglar nú bert NSÍ at kunngera venjara fyri næsta kappingarár.