Suðuroyingar fingu grind

Løgreglutíðindi

Kring landið hevur verið friðarligt um vikuskiftið. Tað upplýsa tær ymsu politistøðirnar kring landið.
Politistøðin við Sandin í Klaksvík sigur, at har norðuri hevur stórt sæð verið friðarligt. Herverk var tó gjørt á ein gamlan bil, og noyddist løgreglan í Klaksvík eisini inn í eini hús at blaka ein fullan mann út.
Í Eysturoynni hevur eisini verið friðarligt. Onkur varð tikin fyri ferð, okkurt smávegis ferðsluóhapp og eisini vóru nakrir tiknir fyri spirituskoyring.

Grind í Hvalba

Sunnudagin var grind í Hvalba. Talan var um 89 hvalir, sum samanlagt góvu 492 skinn.
Grindin gjørdi ikki landgongd, og drápið vardi í 20 minuttir. Og eitt korter áðrenn klokkan fýra var liðugt.
Upplýst verður av politistøðini á Tvøroyri, at nógv av fólki var við til drápið.
Grindin varð býtt út til alla oynna. 5186 partar skuldu suðuroyingar tilsamans deilast um.