Tað er stórur munur á, hvussu nógvir føroyingar ganga arbeiðsleysir í teimum ymsu økjunum kring landið.
Sum heild er arbeiðsloysið í Føroyum 2,4 prosent, men í Eysturoy, í Norðoyggjum og í Eysturoy, er tað rættiliga lágt, tí har er tað ikki meiri enn 1,2 prosent til 1,3 prosent. Har er arbeiðsloysið sostatt væl undir miðal. Í Vágum og í Sandoy er tað eisini undir miðal, tí har er arbeiðsloysið 1,6 prosent til 1,7 prosent. Í Havn er arbeiðsloysið beint yvir miðal, tí har er tað 2,5 prosent.
Men tað sæst týðiliga í uppgerðini hjá Hagstovuni, at Suðuroyggin er í heini helt serligari støðu, tí har er arbeiðsloysið meiri enn tvær ferðir so høgt sum miðalarbeiðsloysið er. Í Suðuroy er arbeiðsloysið nevniliga heili 5,7 prosent. Og tað er enntá eitt sindur meir enn tað var í august í ár, tí tá var tað 5,4 prosent.
Suðuroyingar hava ofta sagt, at eldsbrunanum á Varðanum Pelagic, er orsøkin til, at arbeiðsloysið í oynni er so stórt.
Men tað passar ikki, sigur Hagstovan, tí í roynd og veru var arbeiðsloysið í Suðuroy hægri í fjør enn tað er nú.
Samstundis sæst, at hetta síðsta hálvtriðja árið, hevur arbeiðsloysið í Suðuroy ligið langt omanfyri arbeiðsloysið í hinum sýslunum, sigur Hagstovan.
Talvan vísir, hvussu gongdin hevur verið í arbeiðsloysinum kring landið hesi seinastu trý árini. Og tað sæst, at í Sandoy var arbeiðsloysið nógv hægst í 2014, men síðani er tað munandi minkað. Seinastu tíðina hevur lítil munur verið á arbeiðsloysinum kring landið – uttan i Suðuroy, sum rættiliga brýtur frá - tann keðiliga vegin.