Suðuroyingar bíðað í tvey ár eftir svari

Tað eru nú tvey ár síðani, at semja var um at fara undir eina stórfingna menningarætlan fyri Suðuroy. Men enn er ætlanin ongan veg komin og nú eru útlit fyri, at hon verður seinkað enn meir


Tað var ein fagnaðardagur í Suðuroy í mars mánaði fyri tveimum árum síðani.
Tá varð semja gjørd ímillum kommunurnar í Suðuroy og landsstýrið um at fara undir eina miðvísa menningarætlan fyri at fáa menna vinnulívið í Suðuroy.
Men síðani er at kalla onki hent aftur. Ætlanin er seinkað ferð eftir ferð. Og nú bendir nógv á, at hon verður seinkað enn meiri, kanska eitt heilt ár afturat.
Fyri at tryggjað, at ikki alt fánaði burtur aftur, var ætlanin at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroy, har bæði kommunurnar og landsstýrið frammanundan bundu seg til at seta avtaluna í verk.
Ætlanin var í fyrstu atløgu at seta 500.000 krónur av til at kanna eftir, hvørji vinnulig øki tað var best hóskandi hjá suðuroyingum at leggja seg eftir.
Av hesari upphæddini skuldi kommunurnar í Suðuroy og landsstýrið betala hvør sína helvt.
Samstundis vóru Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, bidnir um at gera hesar kanningarnar og at útgreina, hvørji vinnulig øki, tað var hóskandi at leggja dent á at menna í Suðuroy.
 
Ongan veg komin
Men hóast hetta nú eru tvey ár síðani, má ásannast, at enn er hendan ætlanin at kalla ongan veg komin.
Fyrst gekk ógvuliga strilti at fáa Landsstýrið at játta sína helvt av teimum 250.000 krónunum og tað var ikki fyrrenn málið kom í Løgtingið í fjør, at tað varð samtykt.
Síðani var ein fundur umborð á Smyrli í oktober í fjør ímillum landsstýrið og kommunurnar í Suðuroy um ætlanina.
Har var niðurstøðan, at kommunurnar í Suðuroy skuldu játta 10 milliónir tey næstu fimm árini til at seta eina slíka vinnuliga vakstraravtalu fyri Suðuroy í verk treytað av at Løgtingið eisini játtaði 40 milliónir tey næstu fimm árini.
Niðurstøðan var, at tað var ongin nytta at gera alt tað fyrireikandi arbeiði, fekst ikki samstundis fígging til at seta ætlaninar í verk. Sostatt vildu teir báðir serfrøðingarnir ikki fara undir kanningararbeiði, fyrrenn vissa fekst fyri at landið og kommunurnar eisini vóru sinnað at fíggja tað, sum ein slík vakstraravtala kostaði at seta í verk.
Men síðani kom aftur stígur í málið og nú er vandi fyri, at ætlanin verður útsett eitt heilt ár afturat.
 
Mugu fáa boð nú
Teir báðir serfrøðingarnir, sum skulu standa fyri arbeiðnum, hava gjørt greitt fyri bæði landsstýrinum og kommunum, at skulu teir fara undir arbeiðið í ár, er tað neyðugt at fáa boð um tað í seinasta lagi nú.
Teir vísa á, at  eftir seinastu tíðarætlanini,var ætlanini at fara til verka í vár. Teir gera eisini greitt, at fyri at leggja virksemið hjá teimum tað næsta árið til rættis, mugu teir fáa at vita longu nú í februar um ætlanin skal setast í verk, ella ikki.
Teir vísa á, at fyri at gera hesa ætlanina, mugu teir gera seg leysar av øðrum uppgávum. Tað sama ger seg galdandi fyri Granskingardepilin Fyri Økismenning, sum fær ein týðandi leiklut í arbeiðnum.
Samstundis skulu teir gera avtalur við teir útlendsku partar, sum samstarvast skal við og tað er eisini neyðugt at gera nú.
Sostatt liggur bólturin hjá landsstýrinum og kommununum. Men nær bólturin verður spældur er ikkig greitt enn. Tì sum tað sæst á aðrari grein, sita báðir partar og bíða eftir, at hin parturin skal geva bóltin upp. Og úrslitið er, at alt hevur ligið stilt.
Men sum støðan er nú, bendir nógv á, at eisini hendan tíðarætlanin fær eitt álvarsligt skot fyri bógvin.