Suðuroyggin skal hava handilsskúla

Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum metir, at neyðugt er at raðfesta Miðnámsskúlan í Suðuroynni sum nummar eitt. Hann hevur upskot um, at møguligt verður at taka handilsskúlaútbúgving á Miðnámsskúlanum í Vági, tí neyðugt er at varðveita ungdómin í oynni

Signar á Brúnni tekur undir við útbúgvingarpolitikknevndini, sum í áliti sínum mælir til samstarv millum skúlar.

- Tað er, sum er hvør skúli eitt kongaríki. Tað er ov lítið, at møguleiki bert er at fara yvirum og samstarva. Hesum havi eg verið inni á fleiri ferðir, sigur Signar á Brúnni.


Ikki miðsavnan

Signar á Brúnni metir ikki, at miðsavnan liggur í hugsanini um samstarv.

- Vit hava nakrar deplar í dag. Í Suðuroynni, í Eysturoynni og Klaksvík og í Havn. Soleiðis hava næmingar í økinum møguleika at búgva heima og koyra til deplarnar. Soleiðis eru økini ment, sigur Signar á Brúnni.


Hevur eina ætlan

- Um ein ikki mennir hesar deplar, so fær ein ikki styrkt teir, sigur landsstýrismaðurin, ið hevur eina ætlan viðvíkjandi Miðnámsskúlanum í Vági, har møguleiki bert er at taka studentsútbúgving eftir at Fiskivinnuskúlin og HF-útbúgvingin fyri nøkrum árum síðani hvurvu úr økinum.

- Eg havi eina ætlan um, at møguligt verður at styrkja deplin í Vági. Í samband við íløgur, vil eg raðfest tann skúlan, sum nummar eitt, tí Suðuroyggin hevur fyri neyðini at varðveita ungdómin í oynni, so leingi sum gjørligt, sigur Signar á Brúnni.

- Har skuldi verið so, at umframt studentsútbúgving, so verður eisini møguligt at taka handilsskúla í Suðuroynni. Møguliga í samstarvi við Handilsskúlan í Havn, sigur Signar á Brúnni.


Í 2001

Hann metir støðuna vera so, at Suðuroyggin má raðfestast frammaliga, tí bert studentsútbúgvingin er og hølisviðurskiftini eru alt annað enn góð hjá Miðnámsskúlanum í Suðuroynni.

- Teir hava uppiborið at vera fyrstir, staðfestir Signar á Brúnni.

Ætlanir hava verið frammi um nýggjan Miðnámsskúla í Vági.

- Vit sita við íløguætlan í løtuni, og væntandi verður hon liðug í dag. Har havi eg sett í, at peningur skal avsetast til skúlan í Suðuroynni í 2001, sigur Signar á Brúnni.