Alment byrjar tiltakið ?Suðuroyggin og mentanin ? um 2 ár og um 10 ár?, klokkan 13 leygardagin í Trongisvágshøllini, men longu klokkan 12:45 verður lagt til brots við tónleiki. Klokkan 13 bjóðar Elin Nielsen vælkomin og so gongur skráin slag í slag; stuttir fyrilestrar á eini 10 minuttir og somuleiðis smærri tónleikainnsløg við tónleikanæmingum og lærarum og lokalum tónleikarum.
Framstandandi røðarar
Og røðararnir eru ikki ein og hvør, men teljast millum tey andlit, ið vit kenna millum teirra, ið ganga á odda og vanliga hava eina meting um viðurskiftini. Talan er um politikarar, lærarar, bankafólk og onnur.
Eftir at Ulf Nordlunf, stigtakari og leiðari fyri Vágs Skúlaorkestur, hevur verið á palli og spælt og sagt nøkur orð um sonevnda ?suðuroyarmedellið?, ið er ein námsfrøðilig tilgongd, so fer Søren L. Bruun, sparikassastjóri at siga sína hugsan um Suðuroynna og mentan. Honum á baki koma Ole V. Laursen, studentaskúlaleiðari, Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri, Annlis Bjarkhamar, samskipari, Olavus Jespersen, mentamálaráðið, fólkaskúladeildin, Karin Brattaberg, vinnulívskvinna og Johan Dahl og John Johannesen, løgtingsmenn.
Á kvøldi klokkan 18 er veitsludøgurði, har Niels P. Nolsøe og Arnfinnur Thomassen standa fyri undirhaldinum. Seinni skipar Anna Kirsten Thomsen fyri dansi og dansifrálæru. Øll eru vælkomin til tiktakið og til ber at seta seg í samband við Ulf Nordlund á telduposti Ulfnordl@post.olivant.fo
Skráin sær soleiðis út:
kl. 12.45 Suðurrættin v/Oddur Hentze
- 13.00 Vælkomin v/Elin Nielsen
- 13.05 Suðuroyarmodellið, v/Ulf Nordlund
- 13.15 Vágs SkúlaOrkestur v/Ulf Nordlund
- 13.30 Søren Bruun
- 13.40 Tvøroyrar Hornorkestur v/Tróndur Enni
- 14.50 Ole V. Laursen
- 14.00 Kirkjukorið Ljómur
- 14.15 Kirsten Strøm
- 14.25 Tvøroyrar Skúli - 10.fl.Band v/Tróndur Enni
- 14.35 Annlis Bjarkhamar
Steðgur á 15 min. Kaffe, the og køkur
- 15.05 Brandur & Tróndur Enni
- 15.15 Olavus Jespersen
- 15.25 Suðurrættin v/Oddur Hentze
- 15.40 Karin Brattaberg
- 15.50 Tróngisvágs Samanspælsbbólkur v/Otniel Nygaard
- 16.05 Johan Dahl
- 16.15 Harmonika v/Hentzar Hammer & Jon Gulak Jacobsen
- 16.25 John Johannesen
- 16.40 Tvøroyrar Hornorkestur/Suðurættin