Suðuroyggin má gerast eitt kraftsentur

? sum livir og andar í sær sjálvur

Johan Dahl
løgtingsmaður
?????????????

Hetta ljóðar kanska sum ein óveruligur fantasiur - ein fatamorgana??
Nei als ikki, tað er meir enn nakrantíð neyðugt at fáa Suðuroynna at verða eitt framtíðar kraftsentur fyri seg, hetta orsakað av fjarstøðuni við restina av landinum.

Aftur illa fyri - enn einaferð
Av teimum einstøku økjunum í Føroyum sum nú aftur eru í trupulleikum orsakað av eini kreppuraktari ali- og flakavinnu, er Suðuroyggin tað økið, sum er ringast fyri og serliga sunnara helvt er aftur í stóra aldudalinum.
Tað ber ikki til at ein so vitalur partur av Føroyum skal liggja í andaleypi hvørja ferð eitt búskaparligt nos fer yvir okkara samfelag - og eg meini hvørja ferð, tí tað er just tað, sum er hent gjøgnum árini, og nú hendur tað so enn einaferð við katastrofalum fylgjum fyri henda part av føroyska samfelagnum.
Samfelagið Føroyar kann ikki liva við hesum, og Suðuroyggin kann slettis ikki - hon doyr út við hesi gongd innan fá ættarlið, um ikki ein vakstarætlan verður gjørt og hareftir framd í verki fyri økið.

Serstøðu í føroyska búskapinum
Suðuroyggin hevur eina serstøðu í føroyska búskapinum og má viðgerast sum ein eind fyri seg - ein sjálvstøðug eind.
Hetta ger, at tað er neyðugt at greina støðuna í Suðuroy fyri at finna loysnir fyri oynna, sum aftur kunnu tryggja ein framhaldandi vøkstur og trivna í oynni.
Loysnirnar mugu síggja Suðuroynna sum eina sjálvstøðuga eind - eitt kraftsentur í sær sjálvum - sum kann virka partvíst óheft av virkseminum í restina av landinum.

Hví er Suðuroyggin
so viðkvom?
Størsti trupulleikin er fjarstøðan frá meginøkinum og samansetingin av arbeiðsplássum.

Vit hava :
?Ov fá almenn arbeiðspláss
?Ov fá kvinnurelaterað arbeiðspláss (skrivstovu, service, ferðavinnu, eldra- og heilsuøki )
?Stórt sæð, fyri ikki at siga ongi, arbeiði at bjóða til tær longu og millumlongu útbúgvingarnar, sum vildu fingið okkum tær ungu familj-urnar heim aftur til økið.
?Trupulleikar við logistikki fyri vinnuna (tað sum eftir er av henni). Framvegis ikki nóg góðar útbúgvingarmøguleikar í oynni, hóast vit nú byggja nýggjan miðnámsskúla

Hvat skal verða við til at skapa neyðugu javnvágina og framtíðar vøksturin aftur í Suðuroynni?
Brúk fyri at fáa lagt eina miðvísa »vakstar/uppbyggingarætlan« fyri økið, og tað er neyðugt, at allar góðar kreftir saman við politisku mynduleikanum, eru við at skapa hesa .
Brúk er fyri at fáa fatur á 1-2 persónum, ið hava altjóða sambond, stóra vinnuliga vitan, visiónir og ikki minst seljaraevni, sum verða settir í eitt ávíst áramál við eittans máli fyri eyga - fáa skapt áhuga fyri økinum og harvið skapa arbeiðspláss og vøkstur.
Hetta bleiv gjørt á t. d. Lollandi, sum var niður-undirkomið við metstórum arbeiðsloysi, og er úrslitið av at »headhunta« ein slíkan persón sera væleydnað fyri hetta økið - ein sólskinssøga, so hví ikki royna tað her - vit hava onki at missa.

?Møguliga og eg sigi møguliga, brúk fyri einum "regionalum" grunni til at skapað vøkstur við saman við íleggjarum frá nær og fjar.

Samgongan má takað hesa støðu til viðgerðar og vil eg mæla til at sett verður eitt kommisorium at arbeiða við eini ætlan sum vil føra til eina haldgóða framtíðar loysn fyri Suðuroynna.