Flestu loyvini hjá djúpvatnstrolarunum eru knýtt at Suðuroynni, og tí fer tað at hava álvarsligar fylgjur fyri fiskavirkisvinnuna í oynni, um hesin annars so fleksibli floti fer fyri bakka.
Høgu og møguliga hækkandi oljuprísirnir eru nú við til at máa grundarlagið undan hesum partinum av flotanum.
Summi skip eru betur fyri, onnur eru verri fyri, men sum heild, er ógvuliga torført hjá lemmatrolarunum at fáa endarnar at røkka.
Felagið Lemmatrolarar hevur vent sær til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, fyri at røða um, hvat møguliga kann gerast.
Reiðaríini, sum eiga djúpvatnstrolararnar, umhugsa at leggja skipini ávísar partar av árinum, tá ið lønsemið er ringast og útilokað verður heldur ikki, at ein partur av flotanum kann verða lagdur permanent, um betri lønsemi onkusvegna ikki fæst í hesa vinnu.
Flestu lemmatrolararnir leggja veiðina upp í Hvalba og á Tvøroyri og fiskurin, tey føra til lands, er høvuðsgrundarlagið undir tí arbeiði og teirri vinnu, sum er á hesum virkjum.
Trupla støðan hjá hesum veiðibólki kann skjótt koma at merkjast hjá fiskavirkisvinnuni í Suðuroy.