Suðuroyartunnilin: Fyrireikingarnar lidnar næsta ár

Fyribils benda tær jarðfrøðiligu kanningar, at ein riva er á botni í Skúgvoyarfirði, men sum heild eru viðurskiftini sum væntað

Gongst sum ætlað, verður tað næsta ár, at seinasta hond verður løgd á arbeiðið at gera tær jarðfrøðiligu kanningarnar í sambandi við Suðuroyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hvur spurt hann, hvussu tað gongur við arbeiðnum at fyrireika Suðuroyartunnilin

Jørgen Niclasen, sigur, at jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar bæði í Skúvoyarfirði, Dímunarfirði og í Suðuroyarfirði. Somuleiðis eru kanningar gjørdar á landi á Sandi, í Skarvanesi, í Sandvík og í Hvalba. Kanningarnar í fjør eydnaðust væl, men arbeiðið at greina tær, er ikki liðugt enn.

Jørgen Niclasen sigur, at fyribils benda úrslitini á, at onkur riva er í Skúvoyarfirði, men sum heild hava úrslitini ikki givið ábendingar um nakað serligt av óvæntaðum viðurskiftum. Men tað er kortini neyðugt er at kanna úrslitini betur, saman við úrslitunum frá kanningunum, sum verða gjørdar í ár.

Og næsta stig verður at gera fleiri jarðfrøðiligar kanningar í ár. Á fíggjarlógini fyri í ár, hevur Løgtingið játtað 1,5 milliónir til fyrireikingar í sambandi við Suðuroyartunnilin og ætlanin er at halda fram við teimum jarðfrøðiligar kanningunum í ár.

– Ein ætlan er løgd fyri, hvussu kanningarnar eiga at halda fram, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at gongur alt væl í sambandi við kanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og einki óvæntað tekur seg upp, verður miðað eftir, at akoma rættiliga langt við kanningunum í ár, og at tær síðstu kanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar næsta ár.