Suðuroyartunnil ístaðin fyri nýggjan Smyril

Ymsir møguleikar eru at fíggja nýggja Suðuroyartunnilin. Arbeiðsbólkurin nevnir millum annað, at ístaðin fyri at byggja nýggjan Smyril um 10 ár, so eigur landið heldur at seta 800 milliónir krónur í alment partafelag, og ístaðin fyri árliga raksturin av Smyrli at seta 50 milliónir krónur í partafelagið um árið í umleið 15 ár. So eru 42 prosent av verkætlanini fíggjað

– Tað eru fleiri møguleikar, at fíggja ætlaða Suðuroyartunnilin. Vit halda tað vera nokk so upplagt at nýta onkran av teimum fíggingarmøguleikunum, ið eru nýttir til nakrar av hinum undirsjóvartunlunum. Ein annar møguleiki er, at landskassin tekur lánið og fíggjar verkætlanina, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, sum hevur verið í arbeiðsbólkinum.

##med2##

Tilmæla at gera forkanningar
Arbeiðsbólkurin vísir á, at íløgan í Eystur- og Sandoyartunnilin er ein so stór íløga fyri Føroyar, at tað er ikki ráðiligt at fara undir Suðuroyartunnilin, fyrr enn greiða er fingin á, um inntøkumetingarnar fyri Eysturoyartunnilin fara at halda.

Arbeiðsbólkurin metir tó, at nakað av peningi skal setast av at gera forkanningar beinanvegin.

– Vit hava tríggjar høvuðsvágar, tað er trygdin, jarðfrøðin og fíggingin av verkætlanin. Fleiri kanningar mugu gerast, men okkara tilmæli er, at stytsta farleiðin verður kannað nærri, sigur Teitur Samuelsen.

Hann vísir á, at Eysturoyartunnilin væntandi letur upp fyri ferðslu í desember 2020. Umleið eitt til tvey ár eftir hetta fæst ein munandi betri ábending um, hvørt ferðslumetingarnar fara at halda, soleiðis at landskassaveðhaldið fyri minstu ferðsluinntøkuna ikki verður effektivt.


Les eisini Suðuroyartunnil fyri 3,2 milliardir krónur

Verandi Suðuroyarleið fíggjar 42 prosent

Arbeiðsbólkurin nevnir, at ein møguleiki fyri fígging er, at ístaðin fyri at byggja nýggjan Smyril um tíggju ár, so er at seta teir pengarnar í eitt tunnilsfelag. Nýggjur Smyril er mettur at kosta minst 800 milliónir krónur. Um hesin peningurin ístaðin verður skotin inn í verkætlanina sum partapeningur, svarar hetta til ein partapening á 27% og lættir munandi um skuldarbyrðuna hjá felagnum. Harumframt nevnir arbeiðsbólkurin, at Smyril kostar umleið 75 milliónir krónur í árligum rakstri. Tá er klassing og annað tikið við.

Arbeiðsbólkurin nevnir, at um landið setir 50 milliónir krónur av til partafelagið árliga í umleið 15 ár, saman við teimum 800 milliónum krónunum, so eru 42% av Suðuroyartunlinum longu fíggjað við verandi fígging á fíggjarlógini til Suðuroyarleiðina. Við hesari fíggingini og um ferðslumetingarnar halda, verður lánið afturgoldið í 2048.

Undirsjóvartunlarnir, ið nú verða bygdir, Eystur- og Sandoyartunlarnir, eru hinvegin so gott sum einans fíggjaðir við brúkaragjaldi.

##med3##

Koyrandi í 2030

Um hendan loysnin verður vald, væntar arbeiðsbólkurin at byrjast kann at spreingja Suðuroyartunnilin í 2023. Sjálvt spreingiarbeiði tekur umleið fimm til seks ár um arbeiði gongur væl. Síðan skulu brúkast eini tvey til trý ár at gera tunnilin lidnan. Um skjótt verður borið at, so verður koyrandi í 2030.

 – Um byrjast skal at bora tunnilin í 2023, er alneyðugt at byrjað verður beinanvegin uppá fyrireikingarnar. Út frá møguligum linjuføringum skulu tær neyðugu jarðfrøðisligu kanningarnar gerast. Her er bæði talan um at skjóta og tulka seismikk, kjarnuboringar og aðrar boringar, sigur arbeiðsbólkurin.