Suðuroyarferjan
Tólvti mars er ein stórur dagur í Føroyum. Tì tá er Grækarismessa og tað er dagurin, tá ið veturin verður lagdur afturum og tjaldrið kemur og boðar frá vári, gróðuri og ljósari tíðum.
Men Grækarismessan næsta ár verður eisini ein søguligur dagur í Føroyum. Tí júst á hesum degnum verður tað, at kjølurin til nýggju suðuroyarferjuna verður strektur.
Hesa vikuna eru stjórin og teknisku leiðarin á Strandferðsluni í Spania, har allarsíðsta hond verður løgd á byggiætlanina til flaggskipið yvir øllum hjá Strandferðsluni.
Strandferðslustjórin, Reidar Nónfjall, sigur, at sjálv byggitíðin er greið.
?Farið verður undir at skera stálið fjórða november. Tólvta mars næsta ár er komið so langt, at kjølurin verður strektur og 12. oktober 2004 verður skipið liðugt og handað Strandferðsluni.
Sostatt staðfestir Strandferðslustjórin, at tað gongur sum ætlað við byggingini.
Tað, sum leiðslan á Strndferðsluni ger í Spania hesar dagarnar, er at fáa teir seinastu prikkarnar í pusslispælinum á pláss.
?Vit gjøgnumganga byggingina heilt niður í minstu smálutir fyri at tryggja okkum so væl sum yvirhøvur gjørligt ímóti at noyðast at gera broytingar í sjálvari byggitíðini, ella beint aftaná, sigur Reidar Nónfjall, tí tað bæði órógvar og dýrkar byggingina.
Og tá ið hann sigur niður í minstu smálutir, skal tað takast heilt bókstaviliga, tí tað skal eisaini hyggjast eftir, hvørjum litum, tey ymsu rúmini skulu málast í, hvar á teimum ymsu veggunum, málningar skulu hanga o.s.fr.
Hann sigur, at nýliga er eitt modell av nýgju suðuroyarferjuni roynt í hyli í Danmark, har allar møguligar royndir eru gjørdar av skipinum, men tað gekk alt upp á stás.
Yvir 300 milliónir
Fyri at taka afturíaftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan kostar 40.450.000, ella beint omanfyri 300 milliónir í okkara peningi.
Men harafturat koma so útreiðslur til kurstrygging og byggieftirlit og tilsamans hevur Vinnumálastýrið hemlild til at brúka 310 milliónir til skipið.
Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór.
Nýggja suðuroyarskipið verður 135 metrar langt, tað siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril.
Tað er spanska skipasmiðjusamtakið, IZAR, sum byggir nýggja suðuroyarskipið.
IZAR samtakið hevur bygt skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipasmiðjusamtakið í Evropa, og tað níggjunda størsta í heiminum og nýggja suðuroyarskipið verður bygt á eini skipasmiðju hjá felagnum í San Fernando í Suðurspania