Nú ljóðar at strandfaraskip landsins hevur leiga eitt skip "Claymore" sum eftir útsøgnum í bløðunum er á sama støði sum Dúgvan, munurin er at tað tekur nakrar traylarar meira men væl minni ferðafólk enn Dúgvan.
Tí vil eg spyrji, hvar er logikkurin við hesari samtykt.
Eitt skip á sama støði sum Dúgvan er leiga til suðuroyarsiglingina og tú hoyrir ikki eitt pipp frá nøkrum bý-og bygdaráðsformanni, vinnulívsmanni og so slet ikki frá løgtingsmonnum sum eru valdir í Suðuroy.
?Er samtyktin frá 16. apríl ikki galdandið tí skipið eitur "Claymore" og ikki Dúgvan?
?Er samtyktin, í er viðtikin av tjóðveldis og fólkafloks bý-og bygdarásformonnum bert lótir, fyri at fjala yvir óskilið í landstýrinum og samgonguni, viðvíkjandi strandferðsluni?
?Skulu fólk í Suðuroy blíva við at siga takk til molarnar, sum tey fáa blaka norðanfjørðs frá?
Eg spyrji bara.
Tvøroyri 11. mai
2000
Finnleif Guttesen