Tað er nakað, sum bendir á, at tað kann loysa seg við fótbóltsligum samanleggingum í Suðuroynni. Meðan fleiri av teimum vaksnu liðunum í Suðuroy hava havt eitt trupult kappingarár í bestu og næstbestu deildini, hevur samanlagda dreingjaliðið verið flúgvandi.
VB/TB hevur kappast við NSÍ um gullið í landskappingini, og tað gjørdist at enda liðið úr Suðuroy, sum hevði munin á stigatalvuni.
Avgerandi dysturin var í grundini spældur í Runavík í triðseinasta umfari, og tá vann VB/TB 4-1 á NSÍ. Í næstseinasta umfari fall teoretiska avgerðin eisini, og tí kundu teir úr Suðuroy fara lættir í sinni norður til Skála at spæla seinasta dystin. Eftir dystin handaði Rúni Heinesen vegna FSF liðnum gullmerkini og steypið.
Samstarvið riggar væl
Tað er ikki heilt ókent fyri lið úr Suðuroy at vinna dreingjadeildina, tí bæði í 2001 og 2002 var VB føroyameistari hjá dreingjum. Hinvegin var TB seinasta føroyameistari hjá dreingjum í 1971!
Hesaferð hava dreingir frá VB og TB manna suðuroyarliðið, sum hevur staðið seg so væl. Stóri parturin av spælarunum eru úr TB, men nakrir heilt góðir spælarar úr Vági hava styrkt liðið sera nógv.
- Tað hevur riggað sera væl at leggja liðini saman. Spælararnir hava trivist væl saman, og teir hava verið sera raskir til venjing, sigur Milan Cimburovic, sum er annar venjarin hjá liðnum. Hin venjarin er Jón Pauli Olsen úr Vági.
VB/TB hevur spælt í búna hjá VB í summum dystum og í búna hjá TB í summum dystum. Heimdystirnir hava verið spældir lutvíst í Vági og lutvíst á Tvøroyri.
VB/TB hevur spælt 10 dystir í endaspælinum hjá dreingjum, og bert einaferð tapti liðið. Tað var á útivølli ímóti KÍ. Heimadysturin ímóti NSÍ endaði við javnleiki, men annars vann liðið allar hinar átta dystirnar. Og tað var nóg mikið til at tryggja sær FM-heitið í dreingjadeildini.