Vegna Samferðslubólkin
Jacob Vestergaard, form.
So hendi tað aftur. Smyril siglir ikki tí verkfall er lýst. Suðuroyggin liggur avskorin frá umheiminum hvat ferða- og farmaflutningi viðvíkur, til stóran skaða fyri vinnulívið og vanlig ferðafólk.
Hetta kunnu vit ikki framhaldandi liva við. Samferðslubólkurin ásannar, at hóast trupuleikin hevur verið umrøddur av og á í fleiri ár, eru ongi ítøkilig stig tikin fyri at loysa málið, og tí verður Smyril lagdur hvørja fer verkfall er.
Tað er tí alneyðugt, at tað beinan vegin verða tikin stig til at loysa hetta, fyri Suðuroynna, so týdningarmykla mál.
Samferðslubólkurin hevur tí heitt á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at taka málið upp við avvarandi yrkisfeløg, og finna eina loysn, sum allir partar kunnu liva við.