Suðuroyar Sparikassi nýggj høli í Havn

Fyrst í komandi ári verður deildin hjá Suðuroyar Sparikassa í gongugøtuni í Havn latin aftur og flutt verður eitt lítið petti niðan eftir Niels Finsensgøtu.

Líka síðani at Suðuroyar Sparikassi síðst í nítiárunum lat upp deild í høvuðsstaðnum, hevur deildin hildið til mitt í gongugøtuni í miðbýnum, men fyrst í komandi ári verður flutt.

Størri og meiri nútímans hølir
Nýggja deildin kemur at halda til í Niels Finsensgøtu 31, beint yvir av bilstøðini Auto, í hølunum, har handilin hjá Minu Wilhelm áður hevur verið.
Rúni Johannesen, ið er deildarleiðari hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn, sigur, at í løtuni verða hølini umbygd, og at alt arbeiðið væntandi verður liðugt einaferð fyrst í komandi ári.
- Vit fara at fáa nýggj hølir, sum eru bæði størri og meiri nútímans enn tey, sum vit hava nú, sigur Rúni Johannesen.
Um viðskiftafólkini hjá sparikassanum fara at merkja nakað til flytingina, dugir Rúni Johannesen tó ikki at siga nakað um í verandi løtu.