Suðuroyar Gospelkór í Mentanarhúsinum

Mentanarhúsið í Fuglafirði fær sunnudagin 18. mai klokkan 17 vitjan av Suðuroyar Gospel Choir


Suðuroyar Gospel Choir byrjaði í 2001 og stigtakari og kórleiðari er Jens Knudsen, sum eisini er musikkskúlalærari og leiðari hjá Tvøroyrar Hornorkestri.
Kórið er eitt spennandi og dugnaligt kór. Tað sannaðu teir 350 áhoyrararnir,sum upplivdu kórið á konsert í fríðrikskirkjuni 16. mars.
Kóri? syngur nýmótans sangir, fleiri hjá Oslo Gospel Choir, umframt nógv nýtt og spennandi vi? futti í.
Stutt eftir at kórið byrjaði, fór tann nú so kenda Guðrun Sólja Jacobsen at syngja við kórinum og er hon millum solistarnar. Hinir solistarnir við konsertina í Fuglafirði verða Arnóra Petersen, Andrias Knudsen, Charlotta Djurhuus, Hans M. Mortensen og Jonhild Nielsen. Stamen Stantchev leikar klaver, Sámal Midjord bass og Jónas Jeppesen trummur. Alt sera dugnaligir tónleikarar.
Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudagin 18. maj klokkan 17 og ikki sum lýst áður klokkan 16.