Suðuroy aftur millum tey fremstu

Við heimasigrum syrgdu VB/Sumba, B71 og TB fyri, at kappingin um at flyta upp í bestu deildina fer at standa millum hesi trý feløgini.

Fótbóltur

 

Suðuroy verður næsta kappingarár aftur í bestu deildini. Tað er greitt, eftir at 21. umfar í næstbestu deildini var avgreitt í vikuskiftinum.

Spurningurin, sum framvegis ikki er svaraður, er, um tað verða eitt ella tvey lið úr Suðuroy í fremstu røð. Tað vil siga, um bæði VB/Sumba og TB fara at flyta upp, og tað vil eisini siga, at tað ikki er avgjørt, um VB/Sumba og TB fara at leggja saman til eitt lið, hóast bæði liðini møguliga fara at flyta upp.

Einasta kappingarneytin hjá suðuroyarfeløgunum er B71, sum við 3-1 sigri á teimum næstbestu hjá B68 er næstfremst saman við TB.

Nú leygardagin verður toppuppgerð á Vágseiði, tá ið B71 fer at vitja VB/Sumba. Um tað tá fer at eydnast VB/Sumba at vinna, so verður tað mest sum avgjørt, at VB/Sumba í 2010 verður partur av bestu deildini.

Einasta felagið, sum hevur havt møguleika at hótta tey trý fremstu í spurninginum um uppflyting hevur verið FC Hoyvík. Leygardagin løgdu hoyvíkingar rygg til 4-0 tap í Leirvík, og tað ber við sær, at sannlíkið fyri, at FC Hoyvík í hesum umfarinum fer at flyta upp í bestu deildina er so at siga burtur.

At MB tapti stórt á Sevmýri ber við sær, at miðvingar so at siga eru vísir í, at teir næsta ár aftur fara at spæla í 2. deild. At Skála vann á heimavølli ímóti HB ber við sær, at møguleikin hjá Skála at halda tørn um plássið í næstbestu deildini ikki er heilt burtur.