Suðurafrikanskur høvundur fær Nobelvirðislønina

Suðurafrikanski rithøvundurin John Maxwell Coetzee fær bókmentavirðisløn Nobels í ár

Tað vóru nøkur, sum væntaðu, at tann 63 ára gamli suðurafrikanarin fór at fáa ársins Nobel-virðisløn í bókmentum, men tey allar flestu vita lítið og einki um mannin ella skaldskap hansara.
Tað er heldur ikki so løgið, tí John Maxwell Coetzee er kendur sum ein maður, ið ger lítið burtur úr sær sjálvum, og hann er ógvuliga sjáldan í fjølmiðlunum. Ein av teimum fáu tíðindamonnunum, sum hevur tosað við Coetzee, sviin Olle Svenning, sigur við svensku tíðindastovuna TT, at í fyrstani helt hann mannin vera innilokaðan og stak tigandi, men tá tosað varð um evni, sum høvdu áhuga hansara, gjørdist uppfatanin ein onnur. Tí í veruleikanum er John Maxwell Coetzee ein sera vinarligur og hugnaligur maður.
Í Suðurafrika eru tað ikki øll, sum halda so nógv av honum, og atfinnarar hava lýst hann "kaldan, lívleysan og fíggindaliga sinnaðan ímóti kvinnum". Men tey, sum halda av honum, vilja vera við, at atfinningarnar einans koma av, at høvundurin fór úr Suðurafrika og búsettist í Avstralia, har hann arbeiðir sum professari í bókmentum.
Coetzee, sum er føddur í Cape Town í 1940, er av týsk-enskari ætt. Hóast hann ikki er so kendur um okkara leiðir, má hann sigast at hava verið ein sera virkin rithøvundur. Sína fyrstu bók gav hann út í 1974, og síðani hevur hann givið átjan bøkur út.