Tað størsta platinnámið í Suðurafrika er stongt í dag, so at námsarbeiðsmenninir kundu sleppa at taka lut í minningarhaldi til minnis um teir 44 starvsfelagarnar, sum lógu eftirá í samanbresti við løgregluna í síðstu viku.
Løgreglan skeyt 34 námsarbeiðsmenn, sum vóru farnir í verlkfall við kravi um hægri løn, og 10 aðrir námsarbeiðsmenn doyðu í samanbrestinum, sum er tann ringasti, síðani apartheid-skipanin bleiv sett úr gildi. Løgreglan sigur, at hon kendi seg noydda at brúka vápn, tí at arbeiðsmenninir vóru eisini vápnaðir.
Minningarhald var nærhendis Lonmin-náminum, men teir námsarbeiðsmenninir, sum doyðu, vóru úr ymsum pørtum av landinum, og tí hava minningarhald eisini verið í Johannesburg, Cape Town og aðrastaðni í Suðurafrika.