Suðringar ætla sær longri upp

Víkingur legði fyri aðru ferð í ár rygg til tap á heimavølli ímóti Suðringum

Veðrið er gott, og lagið er fínt í leguni hjá Suðringum – spælarum, hjálparmonnum og áskoðarum sum nú rigga til at fara úr Sarpugerði. Tað er skundur á teimum, tí tey skulu suður aftur við Smyrli í kvøld.

Suðringar hava vunnið 2-0 á Víkingi. Hetta er aðru ferð í ár, at Suðringar vinna í Sarpugerði. Í fyrra førinum var tað í fjórðingsfinaluni í  kappingini um løgmanssteypið. Eisini ta ferðina vunnu Suðringar 2-0.

Í kvøld var tað Dánjal Godtfred, sum lítla løtu undan steðginum setti hol á , og Dennis Nielsen staðfesti 2-0 sigurin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

Sunnudagin tapti Víkingur 4-1 ímóti 07 Vestur á heimavølli, og í kvøld standa víkingar aftur eftir við ongum. Harvið er møguleikin hjá meistarunum at vinna atgongumerki til europeisku kappingina minkaður nógv.

 

Sigurin ber við sær, at Suðringar hava tikið risa fet burtur frá hóttanini av niðurflyting. Suðringar hava átjan stig, og 07 Vestur, sum er á níggjanda plássi hevur tíggju stig.

 

-Vit roknaðu við møguleikanum, at tað kundi eydnast okkum at vinna. Vit hava vunnið í Sarpugerði fyrr í ár, 07 Vestur vann 4-1 í Sarpugerði síðsta sunnudag, og vit vistu, at Víkingur restaði onkrar lyklaspælarar, sigur Búi Egilsson hjá Suðringum.

-Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru vit kroystir, men tíbetur megnaðu vit at økja um leiðsluna, og so hildu vit tørn. Sera týdningarmikið er tað, at vit í Milos Budakovic hava ein fínan málverja.

Og Búi Egilsson heldur fram:

-Nú hyggja vit uppeftir, og næsta málið er, at vit ætla okkum at lyfta okkum framum bæði EB/Streym og Skála. Tað halda vit okkum hava møguleika fyri, men vit hava bara fokus á næstu avbjóðingini, sum verður á heimavølli ímóti EB/Streymi, sigur Búi Egilsson.

 

Víkingur - Suðringar 0-2 (0-1)

0-1: Dánjal Godtfred 44.

0-2: Dennis Nielesen 80.

Dómari: Joni Hyyliä