Hvalbingar boða frá, at fólk eru vælkomin í Royn-høllina til ein døgurðabita. Vágs Kommuna sigur frá, at fólk eru vælkomin á gátt á kommunalu stovnunum: Páls Høll, Vágs Skúli, Miðlatún os.fr. Í Porkeri bjóðar matstovan hjá Randi øllum vælkomnum á gátt, ið hava tørv á at sleppa inn onkrastaðni í Porkeri.
Skúlin í Sumba er eisini opin, um onkur er so óheppin, ikki at sleppa til hús aftur, vegna syrgiligu hendingina á Tvøroyri.
- Nakrar fittar dagrøktarmammur eru har uppi enn, og tær hava bjóðað sær at kóka kaffi. Um neyðugt er við yvirnátting, so finna vit eisini út av tí, skriva sumbingar.
Umframt hetta eru opið í miðnámsskúlanum í Hovi og í Hvalbiar skúla.
Enn er óvist, nær tvørafólk sleppa heim aftur og tí eru fólk so smátt farin at fyrireika seg til, at tørvur verður hjá fólkum at gista onkustaðni. Tí eru fólk farin undir at gera ein lista við fólkum, sum hava møguleika at taka fólk inn til sín í nátt.
Um tvørafólk so ikki sleppa heim í kvøld, verður listin lagdur út á facebook-bólkin fyri Tvøroyri, so fólk kunnu finna sær eitt gistingarpláss í nátt.