Løgtingsvallógin skal broytast, og í gjár legði Annika Olsen, landsstýriskvinna í lógarmálum uppskot fyri tingið
Í uppskotinum verður millum annað skotið upp:
At stytta freistina fyri at útskriva løgtingsval úr 6 til 8 vikur niður í 3 til 5 vikur.
At áseta eina fasta tinggátt, soleiðis at flokkur sum fær minni enn 4 % av samlaða atkvøðutalinum, ikki fær umboð á tingi.
At gera uppstillingarmannagongdina einfaldari soleiðis, at flokkar sum hava umboð á tingi ella eru góðkendir, ikki skulu hava stillarar tá stillað verður upp
At áseta at uttanflokkalistar, fyri at stilla upp, skulu hava undirskriftir frá millum 400 og 450 veljarum.
At áseta at valkort skulu nýtast, umframt aðrar tekninsar broytingar sum eru avleiddar av at útskrivingarfreistin verður stytt.