Suðuroyarpakkin
? Eg eri meiri sannførdur enn nakrantíð um, at tað er rætt at gera ein skúladepil í Hovi og at byggja eitt røktrheim í Vági ístaðin.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er rættiliga vælnøgdur við fundin, sum landsstýrið hevði við kommunurnar í Suðuroy týsdagin.
Á tí fundinum kunnaðu løgmaður, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, øll bý- og bygdaráðini í Suðuroy um Suðuroyarpakkan hjá Landsstýrinum
Suðuroyarpakkin ber í sær, at ætlaði miðnámsskúlin í Vági og heilsuskúlin á Tvøroyri verða bygdir í ein skúladepil í Hovi og at eitt røktarheim verður bygt í Vági á stykkinum, sum er grivið út til miðnámsskúlan.
? Eg eri rættiliga væl nøgdur við fundin, tí tað er mín greiða uppfatan at sum heild taka bý- og bygdaráðini í Suðuroy undir við ætlanini.
? Tað er bara ein meiriluti í Vágs Býráði, sum framvegis er ímóti ætlanini og sum tvíheldur um, at miðnámsskúlin skal vera í Vági.
? Tvøroyrar Kommuna hevði setir nøkur spurnartekin, men eg meti ikki at tey eru størri enn so, enn at tey kunnu fáast av vegnum, so at eisini Tvøroyrar Býráð kann taka undir við ætlanini.
? Allar hinar kommunurnar tóku sera væl undir ætlanini og onkur var enntá reiðiliga eldhugað at fáa hana setta í verk.
Jóannes Eidesgaard sigur, at samanumtikið fekk hann váttað á fundinum, at Landsstýrið er á rættari leið og at hetta avgjørt er eitt mál, sum Landsstýrið eigur at arbeiða víðari við.
? Í sambandi við skúlan hevur spurningurin eisini verið umrøddur um at fáa skúlan til eisini at húsa musikkskúlanum í Suðuroy og kanska øðrum við.
Sleppa ikki undan
Kommunurnar skulu betala helvtina av tí, sum eitt røktarheim kostar at byggja.
Løgmaður staðfestir, at summar kommunur í Suðuroy er illa fyri fíggjarliga og at tað tískil er eitt ódnartak hjá teimum at fíggja eitt slík røktarheim.
? Uppgávan verður so at finna ein fíggingarleist, sum kommunurnar kunnu klára og tað verður rættiliga avgerðandi fyri ætlanina.
Tí er landsstýrið sinnað at samráðast við kommunurnar um at finna ein fíggingarleist, sum tær klára at bera.
Jóannes Eidesgaard vísur á, at tað at er bara eitt, sum er heilt vist og tað er spurningurin um røktarheim er eitt mál, sum kommunurnar ikki sleppa undan.
? Trupulleikin er stórur og hetta er ein útreiðsla, sum kommunurnar ikki sleppa undan.
Spurningur um fólkaræði
Eftir fundin er løgmaður sostatt komin til ta niðurstøðu, at tær fimm smærru kommunurnar eru fyri ætlanini og at ivin hjá Tvøroyrar Býráð er ikki størri enn so, enn at tann trupulleikin kann beinast av vegnum, so at eisini Tvøroyrar Býráð kann taka undir við ætlanini.
Gongst sum Løgmaður spáar, stendur tað eftir, at ein meirluti í Vágs Býráð er ímóti ætlanini,samstundis sum ein minniluti í Býráðnum er fyri henni.
Meirilutin í Vágs Býráð ímóti ætlanini er ikki størri enn so, enn at tað eru bara tveir býráðslimir í yvirvág. Broyta tveir býráðslimir støðu, er sostatt eisini meirluti í Vágs býráð fyri ætlanina.
Jóannes Eidesgaard er samdur við teimum sum meta hetta sum eitt mál fyri alla Suðuroynna og ikki bara eitt mál fyri Vág.
? Tað er ein ótrúliga stórur spurningur um ein ein meiriluti í Vágs Býráð skal vera avgerandi fyri, hvussu útbyggingar í allari Suðuroy skulu vera, sigur Løgmaður.
Hann heldur, at tá kunnu vit veruliga seta spurningin við fólkaræðið, tí gongur tað sum hann væntar, er ein stórur meiriluti av øllum suðuroyingum fyri ætlanini. Tí er tað ein spurningur, um ein meiriluti uppá tveir býráðslimir í Vági skal koppa allari lastini.
? Hetta eru eisini viðurskifti, sum Landsstýrið má taka við í samlaðu metingunum, sigur løgmaður.
Sjálvur heldur løgmaður heilt avgjørt ikki, at tað er rímiligt!
?Serliga ikki tá ið næstan allir hinir bý- og bygdaráðslimirnar duga at síggja, at Suðuroyarpakkin kann fáa stóran týdning í royndunum at seta gongd á eina menning í Suðuroy, sum stórur saknur hevur verið í.
? Allir serfrøðingar, sum hava viðgjørt við Suðuroynna, eru samdir um, at tað er heilt stórt trot á størvum til konufólk í Suðuroy.
Hann sigur at á einum røktarheimi í Vági verða upp til 65 ársverk, um eitt heim verður bygt, sum nøktar allan tørvin, tvs hevur 49 pláss.
? Tað er næstan alt konufólkastørv og eitt slíkt heim fer at betala upp til 20 milliónir út í lønum um árið.
Tilsamans er talan um bygging fyri yvir 100 milliónir og tað átti at komið sera væl við hjá vinnuni í Suðuroy
Men akkurát hvussu stórt eitt røktarheim kann vera, veldst eisini um fíggjarorkuna hjá kommununum, tí tær skulu betala helvtina og hóast Landsstýrið er sinnað at gera serligar avtalur um fíggingina, er ikki vist, at tað ber til at byggja eitt heim, sum nøktar allan tørvin.
? Landsstýrið er framhaldandi av teirri áskoðan, at tað er rætt at byggja ein skúladepil í Hovi og eitt røktarheim í Vági.
? Uttan iva fara onkrir vágbingar, sum arbeiða á Tvøroyri, at flyta til Vágs at arbeiða. Men tað skerst ikki burtur, at talan er um nógv, nýggj kvinnustørv til Suðuroyar og tað er harðliga tiltrongt, sigur Løgmaður










