Styrkt U21 landslið til Russlands

Tríggir profilar eru við aftur á U21 landsliðnum, sum skal spæla móti Russlandi seinni í november

Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava úttikið U21-hópin, sum hósdagin 12. november skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Russlandi

 

Um smáar tvær vikur, hósdagin 12. november, skal føroyska U21-landsliðið spæla fjórða dystin í undankappingini til EM, sum verður í Póllandi í 2017. Hesaferð er mótstøðuliðið Russland.

 

Hópurin hevur fyrireikað seg væl til komandi dyst, og síðani føroyska kappingin endaði tíðliga í hesum mánaðinum, hava Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze havt fleiri venjingar á Tórsvølli.

 

Seinasta venjingin áðrenn úttøkuna var leygardagin, og nú hava U21-venjararnir sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru úttiknir til dystin móti russum.

 

Hetta er hópurin:

Elias Rasmussen, Víkingur

Leivur Joensen, ÍF

Ári Mohr Jónsson, Silkeborg IF (DEN)

Andrias H. Eriksen, B36

Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DEN)

Jonas Gejel Hansen, TB

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Brandur H. Olsen, FC København (DEN)

Patrik Johannesen, TB

Gestur B. Dam, B36

Karstin Højgaard, AB

Fríði Sigurðsson, ÍF

Jákup F. Hansen, 07 Vestur

Emil Sandbech Carlsen, Vanløse IF (DEN)

Benjamin Heinesen, B36

Magnus Egilsson, AB

Aron Clementsen, B71

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

U21-landsdysturin millum Russland og Føroyar verður spældur í býnum Krasnodar, sum liggur har suðuri í Russlandi. Dysturin byrjar klokkan 19:00 lokala tíð (kl. 16:00 føroyska tíð).