Nú er ætlanin, at vit skulu fáa eitt talsfólk til tað brekpolitiska øki. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt landsstýrismannin um hesi viðurskifti og hann sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið at fáa eitt talsfólk til brekpolitiska økið. Sólvit E. Nolsø sigur, at hann hevur sett hetta á skrá til komandi tingsetu, sum byrjar á ólavsøku og endar á ólavsøku næsta ár.
Endamálið við einum slíkum talsfólki er at hava eftirlit við, at myndugleikarnir í Føroyum halda treytirnar í ST sáttmálanum um rættindi hjá teimum, ið bera brek.
Men landsstýrismaðurin leggur afturat, at áðrenn gongd er komin á arbeiðið við at fáa eitt brektalsfólk, ber ikki ikki til at siga, nær tað er klárt at seta eitt talsfólk, men hann hevur góðar vónir um, at hetta verður næsta ár.
Eygunn Samuelsen vildi eisini hava at vita, hvar hetta talsfólki skuldi halda til, men landsstýrismaðurin sigur, at áðrenn farið verður undir arbeiðið, ber ikki til at siga nakað um tað.











