Styrkja sam­starvið í ríkisfelagsskapinum

Árligi ríkisfundurin mill­um stjórn­ar­leið­ar­ar­nar Helle Thorn­ing-Schmidt, Kaj Leo Holm Jo­hann­esen og Alequ Hamm­ond varð í dag hildin í Ishøj.

Ymisk mál av felags áhuga vórðu umrødd. Kunnað varð um tær stóru avbjóðingar hjá teim­um teimum trimum lond­unum. Og dentur varð lagd­ur á at styrkja samstarvið í rík­is­fel­ags­skapinum.

Á skránni fyri fundin var m.a. revsitiltøkini, sum ES hevur sett í verk móti Før­oyum. Løgmaður og for­sæt­is­ráð­harrin umrøddu støðuna. Tey bæði løgdu alstóran dent á, at ósemjan við ES um silda- og mak­relbýti eigur at loysast við sam­ráð­ing­arborðið og ikki við, at ein partur nýtir ógv­us­lig revsiátøk í síni roynd at tvinga Føroyar til at góð­taka eitt býti, sum als ikki sam­svar­ar við tann part av ferð­andi fiskiríkidøminum, sum Før­oyar av røttum eiga.

Umboðan ríkisins í Arktiska ráð­num varð eisini viðgjørd á fundinum. Leiðararnir eru ­nøgdir við, at umboðan rík­is­ins við teimum trimum lond­u­num verður varðveitt und­ir tí nýggja kanadiska for­mans­skap­i­num.

Í sambandi við ríkis­fund­in sigur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen:

– Árligi ríkisfundurin er týdn­ingarmikil partur av ar­bei­ð­inum at menna og styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum, tí saman standa vit sterkari. Støðan við, at danskar havnir nú eru stongdur fyri føroyskum skipum, sum eru fevnd av revstiátøkum, er alt annað enn nøktandi. Hetta er ein stór avbjóðing fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Á ríkisfundinum havi eg umrøtt málið við danska forsætisráðharran, og eru vit samd um at arbeiða móti eini loysn á trætuni og at varðveita tað góða samstarvið millum londini, nú virðið í felagsskapinum stendur sína roynd. Mín vón er, at semja við ES verður funnin skjótt.”