Styrkja møguleikan at hava
Fiskivinna
- Hetta var ein áhugaverdur møguleiki. Og hetta var eisini ein møguleiki at styrkja fyritøkuna og framleiðsluna.
Tað er er orsøkin til, at Fiskavirking nú hevur keypt virksemið hjá Beta í Saltangará.
Í gjár visti Útvarpið at fortelja frá enn einum handli, har skip og fiskirættindi skifta eigara.
Hesuferð er tað Fiskavirking, sum hevur keypt alt virksemið hjá Beta, sum fyrst og fremst er kent fyri at eiga teir trolararnar, sum á mannamunni mest verða nevndir kubatrolararnir.
Beta eigur í dag tveir trolarar og tveir eru í gerð og harafturat eru loyvi til tveir trolarar afturat.
Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, sigur, at virksemið hjá Beta verður yvirtikið í næstu viku.
Hann heldur, at í ávísum førum er tað ein fyrimunur at skip og virki hoyra saman og í hesum ítøkiliga føri var tað ógvuliga áhugavert fyri Fiskavirking at fáa fatur á veiðiliðnum eisini.
Hann vísir á, at serliga á upsamarknaðinum er kappingin hørð og at tað er torført at sleppa av við upsa.
- Tí seta keyparar sera stór krøv til leveringstrygd og tað er serliga í hesum sambandi, at vit halda, at tað er ein stórur fyrimunur at fáa skipini tættari knýtt at virkjunum.
- Tað kann gera sítt til at vit varðveita eina góða framleiðslu í landinum, leggur hann afturat.
Sigur onki um prís
Meinhard Jacobsen vil ikki siga, hvussu nógv tey hava keypt virksemið hjá Beta fyri.
-Tað hava vit avtalað við keyparanum um at halda okkara millum, sigur hann.
Frá keldum í vinnulívinum hevur Sosialinum fingið at vita, at keypsprísurin var 150 milliónir, men tað hevur stjórin í Fiskavirking onga viðmerking til yvirhøvur.
Frammanundan eigur Fiskavirking tveir triðingar í trolarunum Jaspis og Ametyst.
Nú eru tað ikki so mong ár síðani, at tað varð hildið at vera rótin til alt ónt, at skip og virki hoyrdu saman. Mett var, at tað fór at máa grundarlagið undan kappingini um fiskin og at tað tískil eisini fór at føra við sær, at skipini fóru at vera bundin av at avreiða til ávís virki, uttan at hugsa so nógv um at fáa bestan prís.
Og tað rakar bæði inntøkugrundarlagið undir skipinum og inntøkugrundarlagið hjá manningini.
- Spurningurin er um tað ikki er ein yvirtulking at leggja skyldina fyri mótgangin á, at skip og virki hoyra saman.
- Skipini skulu so bera seg undir øllum umstøðum. Og tað gera tey ikki við at selja fiskin til undirprís.
Sostatt ivast Meinhard Jacobsen í um akkurat tann vandin er so stórur.
Hann vísir eisini á, at hetta er ikki einasta dømi um, at skip og virki hoyra saman.
- Tað sama ger seg galdandi í Hvalba fyri at nevna eitt dømi. Og tað kann vera ein orsøk til, at tað er so frægt virksemi á virkinum í Hvalba, sum tað er.
Loysir seg ikki altíð
Meinhard Jacobsen ásannar kortini, at tað er ikki altíð at tað loysir seg hjá virkjum at eiga skip eisini.
- Tí er tað ikki altíð tann besta loysnin at hava skip og virki hvør sær. Har er ongin ævigur sannleiki, men tað er ein spurningur, sum má metast um í hvørjum einstøkum føri
- Men júst í sambandi við upsa halda vit, at tað er tað rætta, tí kappingin um upsan er so hørð og tí verða stór krøv sett til leveringstrygd.
Stjórin í Fiskavirking vísir eisini á, at tey ymsu fiskavirkini í Føroyum eru ikki ikki bara í kapping við hini fiskavirkini í landinum.
- Vit eru í stóran mun í eini sera harðari, altjóða kapping og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur Meinhard Jacobsen.
Sostatt er Fiskavirking ikki keypt Beta við tí endamáli at forða fyri, at onnur fara við fiskinum og fyri sostatt at seta kappingarneytum fótonglar í vegin. Beta er keypt fyri at styrkja Fiskavirking og ikki fyri at máa støðið undan onkrum øðrum.
- Men fyri tað um hetta er ein fyrimunur í sambandi við upsan, er ikki sagt, at tað loysir seg í sambandi við onnur fiskasløg, har eftirspurningurin er størri, sigur stjórin í Fiskavirking.
Kann tað so hugsast, at Fiskavirking fer at keypa fleiri skip?
- Tað vil tíðin vísa. Stinga møguleikar seg upp, sum vit halda vera áhugaverdar, hyggja vit sjálvsagt eftir tí.