Undir Norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík í síðstu viku viðgjørdu mentamálaráðharrarnir í Útnorðri spurningin um at styrkja mentanarliga samstarvið í Útnorðri.
Katrin Jakobsdóttir úr Íslandi, Mimi Karlsen úr Grønlandi og Helena Dam á Neystabø skrivaðu undir avtalu um trý nýggj átaksøki:
2012: Útbúgving, sum stuðlar undir burðardygga menning ? óformligir útbúgvingarmøguleikar.
2013: Íverksetan og nýskapan í útjaðaranum.
2014: Skiftisskipanir fyri listafólk og mentanararbeiðarar.
Orsakað av fíggjarviðurskiftunum í londunum verður einki átaksøki raðfest í 2011.
Avtalan um hesi átøk er gjørd við støði í yvirskipaðu samstarvsavtaluni, sum hevur til endamáls at styrkja tey mentanarligu bondini og menna tað mentanarliga samstarvið millum tey trý londini í Útnorðri. Samstarvsavtalan er ein týdningarmikil liður í at styrkja støðu Útnorðurs í norðurlendskum eins væl og í altjóða høpi, sigur Mentamálaráðið.