Styðja føroyskum sjálvstýrisynskjum

Politisku ungmanafeløgini í Norðurlondum taka undir við einum føroyskum kravi um fult sjálvstýri, um meiriluti er fyri tí á einari fólkaatkvøðu.

- Seta føroyingar fram krav um fult sjálvstýri, og meiriluti er fyri hesum á einari fólkaatkvøðu, so skal hetta kravið virðast.

Tað siga politisku ungmannafeløgini í einari yvirlýsing, sum varð samtykt á árliga fundinum hjá feløgunum, sum var í Keypmannahavn um vikuskiftið. Feløgini hittast á hvørjum ári í samband við fundin hjá Norðurlandaráðnum, sum byrjaði í Keypmannahavn í gjár.

Umleið 50 ungdómspolitikkarar úr øllum Norðurlondum hava fundast í tríggjar dagar í landstingsalinum á Christiansborg, og fundurin endaði við, at fleiri yvirlýsingar vórðu samtyktar. Yvirlýsingarnar vórðu í gjár lagdar fram fyri teir ?veruligu? politikkararnar, sum komu á fundin hjá Norðurlandaráðnum, teirra millum forsætisráðharrarnar úr øllum Norðurlondum.


Virða sjálvsavgerðarrættin

Ungmannafeløgini siga í einari av yvirlýsingunum, at tey virða sjálvsavgerðarrættin hjá føroyska fólkinum sum eitt demokratiskt prinsipp. - Vit styðja einum møguligum føroyskum kravi um fult sjálvstýri, um so er, at hetta verður staðfest á einari fólkaatkvøðu, siga feløgini.

Ungmannafeløgini halda tað eisini vera eitt stig rætta vegin, at føroyingar sjálvir hava tikið stig til at minka um blokkstuðulin.

- Við sjálvstýri fylgja rættindi og skyldur, sum sjálvstøðugar tjóðir hava. Tað inniber eisini, at beinleiðis búskaparligi stuðulin úr Danmark dettur burtur, stendur í yvirlýsingini.

Tað var eftir uppskotið frá Unga Tjóðveldinum, at brotið um føroyskt sjálvtýri kom við í yvirlýsingina.

- Men hetta er ein boðskapur, sum vit taka fult undir við, segði formaðurin í felagsskapinum hjá norðurlendsku ungmannafeløgunum, Ole Morten Geving úr norska Miðflokkinum.

Unga Tjóðveldið var einasta føroyska ungmannafelag, sum luttók á fundinum í Keypmannahavn. Rúni Nielsen, næstformaður í felagnum, harmast um, at fleiri føroysk feløg ikki luttóku. Hann fegnast hinvegin um brotið um føroyskt sjálvstýri í yvirlýsingini hjá ungmannnafeløgunum.