Tað kann kennast ógvuliga ørkymlandi at lesa grein hjá Gunvá við Keldu, borgarstjóra, um fíggjarstøðuna hjá Klaksvíkar kommunu, alt hevur tvær síður, men greinin hjá borgarstjóranum er ógvuliga einvís, og hon kemur í veruleikanum ikki inná allar grundirnar fyri verandi støðu.
Hví tekur borgarstjórin bert tey seinastu trý árini, tað hevur kanska sína grund, nei, vit skulu langt fleiri enn fýra ár aftur í tíðina fyri at lýsa støðuna til fulnar.
Klaksvíkar Kommunan skyldar framvegis uml. 60 mill. kr. av skuldini frá áttatiárunum
Tá eg hugsi um, hvør støðan var í kommununi, tá eg kom í býráðið í 1996 kann eg bert sanna, at í mun til støðuna tá og dagin í dag, er Klaksvíkar Kommuna betri ílatin at taka við teim avbjóðingum, sum standa fyri framman.
Tey fyrstu áttta árini fóru øll til at gjalda gamla skuld, sum var fleiri álíkningar og hevur Klaksvíkar kommuna goldið uml. 300 mill. kr. í rentum av lánum sum blivu tikin í villu áttatiárunum. Harafurat komu avdráttirnir, og vit kunnu spyrja »Hvat fingu vit fyri teir pengarnar«
Hví gjørdist hallið so stórt í 2008?
Ræðandi yvirskriftin uppá 60 mill. kr. í halli 2008 hevur sínar stóru grund, sum vit í fleiri førum ikki eru harrar yvir.
Skattainntøkan bleiv sett til 140 mill., og vit vita øll, at inntøkan sveik, og vit fingu bert 127 mill.kr. Harafturat gjørdu vit ein sáttmála við privat partafelag um leingjan av kaikantunum í Norðhavnini upp á 100 metrar, har teir stóðu sum eigarar og vit við einum leigasáttmála samstundis fáa allar inntøkur av virkseminum um bryggjukantin, kostnaðurin av hesi ætlan er uml. 22 mill. kr. sum eru goldnir av partafelagnum, men sum nú landstýrið velur at leggja afturat kommunuskuldini. Eisini broytti Landstýrið í árinum m.a. FAS skipaninam, sum eisini kostaði kommununi. Vit fóru undir eina stóra verkætlan í Svimjihøllini og komu nógvar óvæntaðir meirkostnaðir av hesi umbygging, men hvør vil vera svimjihøllina fyri uttan, ein av býðarins stoltleikum. Vit settu okkum fyri at nøkta sera stóra eftirspurniningin til sethúsagrundøkir og gjørdu eina útstykking á Hjalla upp á 48 grundøkir og roknaðu við søluni í 2008 upp á uml. 8 mill. kr. Men sum øll vita, slóu peningastovnarnir bremsurnar í og góvu ikki sethúsalán, ja, enntá blivu grundøkir latin innaftur, við tí úrsliti, at Klaksvíkar kommuna hevur í dag uml. 40 óseld byggibúgvin grundøkir.
Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt íløgur langt inn í framtíðina
Latið okkum ikki sum borgarstjórin, hanga við høvdinum og grenja, men lyfta okkum upp og síggja møguleikarnar í eini vónríkari framtíð. Vit hava við teimum íløgum gjørdar eru í seinastuni, bjóða framtíðini av, og sum fara at geva virksemið, og sum fara at kasta av sær til okkum øll.
Gunvá við Keldu var í meirilutanum í góð trý ár, men stakk so halan millum beinini.
Vit gjørdu eina samgongu og settu okkum nøkur mál í einum samgonguskjali og blivu tey í tí stóra gjøgnumførd. Gunvá við Keldu sum var mentanarformaður í trý ár fekk so at siga øll síni ynski uppfylt, men tá Føroya Sjómannadagur skuldi fáa tær írestandi 50 túsund krónur, sum teimum var játtað, vildi formaðurin í Mentanarnevndini ikki samtykkja at gjalda. Fíggjarnevndin var av aðrari uppfatan og vildi lata peningin og beindi málið í býráðið, har tað bleiv samtykt. Hetta kundi hon ikki lata sær lynda og tók seg úr samgonguni, so lítla virðing hevði hon fyri fíggjarnevndini, samstundis sum hon í grein síni nú leggur alla ábyrgd á fíggjarnevndina, sum hon sjálv sigur er eitt kontrolorgan. Hetta átti hon eisini at lagað seg eftir tá. Men alt tykist ikki at ganga báðar vegir.
Eg skal ikki siga at hatta var taktikkur, fyri at kunna brúka hetta til býráðsvalið, sum stóð fyri framman, men tað er ikki óhugsandi, tí tað bleiv sanniliga brúkt, hóast hon er samsek so at siga øllum avgerðum býráðsins. Men í valstríðnum tók hon ongantíð upp á tungu handan eftir okkara sannføring lítla avgreiðsluspurning, sum hon ikki unti Føroya Sjámannadegi.
Borgarstjórin í Klaksvík sýgur mergin úr borgarum okkara
Vit hoyra ikki eitt orð frá øðrum borgarstjórum, so sum okkara borgarstjóri meldar út, hóast fleiri teirra eru verri fyri enn Klaksvíkar kommuna, nei, slíkar útmeldingar, sum eru komnar hesar fáu mánaðir borgarstjórin hevur sitið, sýga mergin og eldhugin úr borgarum okkara, og eisini teimum, sum ætla at flyta higar at seta búgv, slíka talu hevur ongin brúk fyri í hesum døgum. Latið okkum heldur taka lógvatak, og koma víðari við menningini av Klaksvíkar kommunu, mín partur skal so ikki liggja eftir.