Um vikuskifti var venjingarkapping í Płock í Póllandi, har A-landsliðini hjá Føroyum og Estlandi og B-landsliðini hjá Danmørk og Póllandi luttóku. Serligt við hesi kapping var at fyri fyrstu fer í søguni spældi ein føroyingur ímóti føroyska landsliðinum í hondbólti. Talan er um 22-ára gamla Jóhan á Plógv Hansen.
Jóhan spældi allan dystin ímóti Føroyum og skeyt fýra mál í 33-22 sigrinum hjá Danmørk. “Tað var løgið og stuttligt at spæla ímóti Føroyum. Løgið at spæla ímóti føroyska landsliðinum, men stuttligt at spæla ímóti so nógvum vinum. Eg kenni stórt sæð allar á landsliðinum, og eg fekk tosa við allar bæði beint eftir dystin og á hotellinum seinni”, sigur Jóhan á Plógv.
“Kappingin gekk fínt. Eg spældi allan dystin ímóti Føroyum, og ímóti Póllandi gekk eisini væl, sjálvt um eg ikki hevði nakað serligt at gera frameftir.” Jóhan sat á bonkinum síðsta dystin ímóti Estlandi, tí hann skal longu í eldin aftur í morgin fyri lið sítt Bjerringbro/Silkeborg, har hann spælir til dagligt.
Jóhan á Plógv er uppvaksin í Havn, og hevur øll síni ungdómsár spælt við Kyndli. Aftrat tí spældi hann eisini fótbólt við HB og bóltførleikar hansara vóru ikki at taka feil av. Hann umboðaði millum annað Føroyska fótbóltslandsliði í U-15 og U-17.
Men um 16 ára aldur valdi Jóhan á Plógv, heldur óvanligt, hondbóltin framum, tá hann fór niður at royna seg. Hann slapp uppí part í Skanderborg Elite Akademi, sum er tiltikið fyri ungdómsarbeiði sítt, har teir hava framleitt eitt ótal av evnaríkum handbóltsleikarum. Hetta er Jóhan á Plógv eitt dømi um, og ikki gekk long tíð áðrenn hann slapp at royna seg á hægsta stigi.
Eginleikar Jóhans vóru sermerktir, og í 2013 fekk hann fulltíðar sáttmála við Skanderborg HK. Tað var sama ári at Jóhan valdi at skifta tjóðskap innan hondbólt, fyri at umboðað Danmørk heldur enn Føroyar. Hetta hevur skapt kjak á alnetinum og fólk ímillum.
“Tá eg valdi at skifta tjóðskap og umboðað Danmørk, hevði Føroyar onki A-landslið sum nú. Tí valdi eg at umboða Føroyar ígjøgnum danska landsliði, millum annað fyri at fáa aðrar føroyingar at síggja, at man sanniliga kann koma langt innan hondbóltsheimin. Tó má ein fara uttanlanda at spæla sum tað sær út nú, og tað er deiligt at síggja fleiri og fleiri leita sær uttanlanda at spæla, tí evnini eru har heilt víst”, sigur Jóhan á Plógv.
Í 2015 skifti Jóhan á Plógv til Bjerringbro/Silkeborg og varð beinanveg fastur táttur á liðinum, har hann hevði ein stóran leiklut í at lið hansara vann DM gull sama ár. Hetta kappingarárið hevur Jóhan aftur víst framstig, og bleiv eftir fimta umfar í Champions League kjósin sum besti høgri vongur í kappingini higartil.
So seint sum í dag longdi Jóhan sáttmálan við Bjerringbo/Silkeborg fram til 2021. Spurdur um hann heldur at tjóðskaparskifti hevur spælt ein leiklut í hansara stóru framgongd, sigur Jóhan:” Ja uttan iva. Man sær fleiri dømir um spælarar, sum hava trupulleikar við at sleppa uppí part, tí teir ikki hava spælt landsdystir og ikki vera sæddir til EM ella HM.”
“Um eg kann blíva við at gera framstig, og koma við til eitt endaspæl, fái eg eisini nógv fleiri møguleikar at koma longur, um eg vil tað”, endar Jóhan á Plógv Hansen.
Jóhan á Plógv og Bjerringbro/Silkeborg spælir í morgin ímóti Team Tvis Holstebro, sama lið sum teir vunnu DM finaluna ímóti seinasta kappingarár. Eftir hetta gongur leiðin til Ungarn, har Champions Leauge dystur er á skránni.