Stuttligt at vera víkingur

Andreas Lava Olsen hevur hetta kappingarárið veruliga prógvað, at hann skal roknast millum teir bestu í landinum.

Sunnudagin staðfesti hann sigurin móti ÍF, og tað vildi verið løgið, um hann ikki var í landsliðshópinum, sum varð tikin út, eftir at hesar reglur vórðu skrivaðar.

Meira enn hetta, so fegnast Andreas tó um, at tað gongst felagnum somikið væl í ár.

- Vit vistu ikki reiðiliga, hvat mál vit skuldu seta okkum, tá árið byrjaði. Vit vóru jú nógvir nýggir spælarar, og sum heild var kanska ógreitt, hvar vit flutu, sigur Andreas Lava Olsen.

- Og kanska eru vit eitt sindur bilsnir av, hvussu væl tað hevur gingið seinastu nógvu umførini. Men tað hevur verið ótrúliga stuttligt. Ikki minst, tí vit hava ein so fantastiskan uppbakning á vøllinum. Eg rokni við, at vit eru tað liðið, sum fær størsta stuðulin frá áskoðarum, og tað ger tað sjálvandi enn stuttligari at vera á vøllinum, sigur hann.

Og nú er veruliga líkt til, at tit fara eftir heiðursmerkjunum?

- Ja, tað fara vit. Vit eru sera væl koyrandi í løtuni, og tí stimanum royna vit bara at halda fast um. Vinna vit so eisini móti B68 næstuferð, fer at síggja heilt spennandi út í so máta, sigur Andreas Lava Olsen.