Stuttligt at kunna hjálpa øðrum

Skótahjálpin í ár var ætlað sum stuðul til tvær verkætlanir heima og úti. Í eina viku gingu skótar hús úr húsi fyri at gera fyrifallandi arbeiði. Millum hesar var 11 ára gamla Annika Hansen úr Havn. - Eg haldi ikki, at tað var strævið at vera við, sigur hon.

Havn: - Tað var sera stuttligt at vera við í skótahjálpini. Og eg upplivdi eisini nógv sera spennandi ting hesa vikuna.
- Eg slapp m.a. at dustsúgva hjá onkrum, og í einum øðrum staði vaskaði eg bilin, og nógv annað. Jú, hetta var ein sera skeg vika, tí fólk vóru so blíð at koma inn til, sigur Annika Hansen, sum er KFUK-skóti í Havn.
Saman við hundraðtals øðrum skótum í Føroyum var hon við í teirri sonevndu Skótahjálpini í ár. Her gingu skótarnir hús úr húsi fyri at bjóða seg fram til alt fyrifallandi arbeiði hjá fólki.
Allur tann innsavnaði peningurin fór hesaferð til tvey vælgerandi endamál. Og á eini samkomu herfyri vórðu 100.000 kr. lætnar tveimum slíkum endamálum - einum úti í heimi og einum í Føroyum, umframt ein part, sum fór í ein bráðfangisgrunn.
- Eg haldi ikki, at tað var so strævið at vera við í skótahjálpini. Eg visti, at tað fór til okkurt gott endamál, og tí hugnaðu vit okkum hesa vikuna, sigur Annika Hansen við Sosialin.
Hon og systrar hennara vóru sjálvandi við, tá úrslitið av Skótahjálpini varð kunngjørt og tá peningurin latin.

Leikur og vanlukka
Skótahálpin hevur nú rættiliga mong ár á baki, og er líkasum nakað, sum skótarnir síggja fram til á hvørjum ári.
Her eru tað skótarnir sum taka upp fyrifallandi arbeiði heima hjá fólki, og sum síðani fáa eina samsýning goldna fyri tað. Peningurin verður so savnaður saman og latin til ávís góðgerandi endamál.
Í ár varð avgerð tikin um, at tann føroyski parturin skuldi vera ein stuðul at keypa leikur til nýggju Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.
Tann útlendska verkætlanin var at stuðla einum heimi fyri fátækar gentur av santal-fólkinum í Bangladesh, - eitt arbeiði sum føroyski trúboðarin, Óluva Laksá hevur verið knýtt at í mong ár. Tað er somuleiðis hon, sum tryggjar at peningurin verður nýttur á skilagóðan hátt.
Samlaða úrslitið av skótahjálpini í ár var góðar 148.000 kr., og fingu hesar báðar verkætlanirnar hvør sínar 50.000 kr.
Hinvegin so fekk Reyði Krossur Føroya 30.000 kr. úr bráðfangisgrunninum at nýta í samband við herviliga jarðskjálvtan í Pakistan. Nevnast kann, at Reyði Krossur fekk eisini 100.000 kr. í januar mánaði at hjálpa til eftir flóðalduvanlukkuna í Indiska Havninum.




Skótahjálpin
Fer vanliga fram í viku 39
Allar tær fýra skótasamskiparnirnar eru við.
Skótar úr øllum landinum gera fyrifallandi arbeiði heima hjá fólki - t.d. ganga ørindi, vaska bil, taka upp epli, dustsúgva, ansa børnum og mangt annað.
Allur peningurin fer til góðgerandi endamál heima og úti
Skótahjálpin 2005 gav 148.000 kr.